2015-10-01 01:07
Eftir at Vágatunnilin lat upp í 2002 vaks fólkatalið nógv í Vágum, Vágar vóru tá einasta økið, saman við Suðurstreymi har fólkatalið øktist í fleiri ár.
Nú sær út til at tað gongur tann øvugta veg. Í juli í 2011 búðu 3.099 fólk í Vága Sýslu, í juli 2015 var talið komið niður á 3.089.
Hvat grundin til tað er, kann bara gitast um - okkara metan er, at skatturin ikki er kappingarførur við Suðurstreym og at ov fá grundøkir eru tøk - tað fyrra er helst høvuðsorsøkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald