Vinna

Fólkatalið í Havn øktist við 4800 fólkum í morgun

...

2017-06-26 11:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðliga í morgun koma risastóra ferðamannaskipið Azura á Havnina. Skipið er komið hendavegin eftir at hava verið í Reykjavík. Seinnapartin fer skipið víðari til Kirkwall.

Azura var tikin í sigling í 2010, og var fyrst heimahoyrandi í Southampton, men tað gjørdi tað ikki leingi, tí seinni í 2010 fór tað at sigla undir flagginum hjá Bermuda. 

Skipið er 290 metrar langt og 36 metrar breitt. Tað kann sigla 24 míl. Tað eru pláss fyri 3597 ferðafólkum og manningin telur 1226 fólk. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder