2015-08-24 19:12
Nýggjasta uppgerðin av fólkatalinum er fram til 1. juni 2015, og er tað tá 48.881 fólk. Í 12 mánaðar skeiðinum 1. juni 2014 til 1. juni 2015 var burðaravlopið 234 og nettotilflytingin 282. Hetta gevur ein fólkavøkstur á 516.
Samanborið við síðstu uppgerð fyri 12 mánaðar skeiðið mai 2014-mai 2015 er burðaravlopið so at siga óbroytt, men fráflytingin er nakað størri og tilflytingin nakað minni, so nettotilflytingin er minkað úr 316 til 282. Vøksturin í fólkatalinum er tí eisini 33 fólk minni enn við síðstu uppgerð.
Dagførdu íbúgvatølini eru at finna í hagtalsgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald