JN

Fólkatalið

...

2015-02-06 23:59 Author image
placeholder

 Hagstovan skrivar:

Seinast í 18. øld búðu umleið 5.000 fólk í Føroyum. Í 1870 fór talið upp um 10.000, í 1933 upp um 25.000 og í 1973 upp um 40.000. Tað var støðugt veksandi fram til 1989, tá fólkatalið av búskaparliga skrædlinum fyrst í 90-unum minkaði nærum 10%. Frá 1996 vaks fólkatalið aftur og fór í 2003 fyri fyrstu ferð upp um 48.000. Eftir tað kom stígur í, og í nøkur ár var eisini minking í fólkatalinum. Tó hevur síðani 2013 aftur verið vøkstur í fólkatalinum, og er tað við ársskiftið 2014-15 um 48.600.

Føðitíttleiki

Í 1970 fingu føroyskar kvinnur í barnsburðaraldri í miðal 3,4 børn, og minkaði talið líðandi niður í 2,2 børn í 1983. Tað rættaði seg so nakað uppaftur og hevur síðani síðst í áttatiárunum sveiggjað um 2,5 børn. Við hesum er føðitíttleikin í Føroyum tann hægsti í Evropu. Bert fá lond eru í Evropu, har kvinnurnar fáa tvey ella fleiri børn í miðal. Næst Føroyum í Norðurlondum eru Grønland beint niðan fyri 2,0 og Ísland og Svøríki við 1,9 børnum.

Væntað lívsævi

Miðallivialdurin er so líðandi vorðin hægri. Nýfødd dreingjabørn kunnu vænta at liva til tey blíva 79-80 ár, meðan genturbørnini kunnu vænta at liva 83-84 ár. Í 1985/86 vóru hesi tølini ávikavist 72 og 79 ár. Tað er ikki nakað, ið bendir á nakran steðg í hækkandi miðallivialdrinum hjá monnum og kvinnum. Hóast livialdurin er hækkaður munandi, er enn stórur munur í livialdri millum kvinnur og menn.

Flytingin

Flytingin til Føroya og úr Føroyum er stór, sammett við fólkatalið, ið eisini verður nógv ávirkað av hesum. Í 1950- og 60-árunum vóru munandi fleiri fráflytarar enn tilflytarar. Frá 1973 til 1988 vóru nakað fleiri tilflytarar enn fráflytarar.
Men so hendi stóra afturstigið undir búskaparkreppuni, so at stór netto fráflyting var av landinum, og fólkatalið minkaði tí nógv. Í 1996-2003 var tilflytingin størri, tá nógv fluttu heimaftur, eftir at kreppan hæsaði av. Samanborið við nettofráflytingina á 7.211 fólk í árunum 1989-1995, var nettotilflytingin árini 1996-2003 bert 2.566 fólk - tvs. at afturflytingin svaraði til ein góðan triðing av fráflytingini.
Árini 2004-2013 var øll árini, 2008 undantikið, ein netto fráflyting, í miðal við 240 fólkum um árið. Eftir 2009 vigaði minkandi burðaravlopið heldur ikki upp móti fráflytingini, so fólkatalið er minkaði. Síðst í 2013 vendi aftur til eina so munandi tilflyting, at vøkstur aftur er í fólkatalinum.

 

 

 

 

 

 

 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder