Politikkur

Fólkaskúlin ??? inklusjón, men ikki fyri ein hvønn prís

...

2015-08-19 19:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??ll hava rætt til frálæru. Fólkaskúlin er og skal vera fyri øll.Hyggja vit eftir skúlanum í dag, haldi eg ikki at vit røkka hesum málsetningi nóg væl. Lærarar royna eftir allar besta førimuni. Hesi leggja stóra orku í at skipa eina góða, mennandi og fjøllbroytta undirvísing. Men tann spjaðingin, sum er millum førleikarnar hjá næmingunum, ger vandan fyri at onkur dettur niður í millum sera stóran. Tað verður seg bæði sterkir og veikir næmingar.

Tað nýggja tilmælið um framtíðar skúlabygna og læriumstøður, við størri eindum, sum Mentamálaráðið hevur latið gera, er spennandi, avbjóðandi og eigur at fáa nógva politiska og almenna umrøðu. Tað at skúlin skal vera fyri øll, er ein felags uppgáva sum skal takast í størsta álvara, og eiga vit at gera okkum púra greitt, at tað krevur nógva vitan, orku, pengar og tíð. Endamálið eigur og skal vera, at allir næmingar hava so góðar og fjølbroyttar valmøguleikar sum gjørligt. Lærarin skal gera tað hann dugur best. Hann skal skipa undirvísingina. Hann skal fáa nøktandi førleikar til at tryggja bestu frálæru og at stimbra virkishugin hjá næmingunum. Vit í Fólkaflokkinum, halda at eitt breitt samstarv millum fleiri fakbólkar er við til at betra um umstøðurnar hjá lærarunum, soleiðis at næmingurin fær bestu frálæru gjørligt.

Førleikastovurnar eru eitt gott stig á leiðini. Skipa Servitan innan ymisku økini í skúlunum, við ráðgeving í náms- og sernámsfrøðiligum spurningum. Gevur lærarunum eitt breiðari og betri grundarlag at standa á. Serflokkar geva somuleiðis eisini rúm fyri at næmingar sleppa fulla ella parts-tíð, burtur úr vanligari undirvísing fyri at vera møtt har tey eru. Inklusjón eigur at vera har tað ber til, og ikki fyri ein hvønn prís. Sernámsfrøðiliga økið sum er ein stórur partur av fólkaskúlanum, skal hava somu viðgerð og uppraðfestast.

Joan Neshamar

Valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder