Charles-Louis de Secondat de Montesquis (1689-1755) var franskur rithøvundur og og politiskur heimspekingur. Hann var ein av størstu og kendastu heimspekingunum i upplýsningstíðini. Kendasta verkið hjá honum var ritið um maktskipanina í samfelagnum. Hann býtti maktina upp í sjálvstøðugar maktpolar, sum skulu uppviga og kontrollera hvønn annan og tryggja, at ein persónur ella bólkur ikki fær ov nógva makt. Hann býtti maktina í samfelagnum í 3 partar: 1. útøvandi maktin (landsstýrið) ??? 2. lóggevandi maktin ( løgtingið) og tann dømandi maktin (dómstólarnar).
Hesir tankar um eitt sunt fólkaræði hava sostatt sítt jørðildi í fronsku upplýsningstíðini. Hesa tríbýttu skipan av maktini, hava vit bygt okkara fólkaræði eftir síðani.
Lógaruppskot um broyting í kommunustýrislógini
?? vikuni var eitt uppskot lagt fyri Løgtingið frá undirritaðu og Jákupi Mikkelsen um at fáa ein greiðari skilnað ímillum Løgtingið og kommunustýrini. Vit meta, at tað er umráðandi, at vit halda fast í at hava eitt sterkt maktbýti, og ikki viska mørkini út. Ikki kann sigast, at samgongan ella landsstýriskvinnan í kommunumálum, tók serliga væl ímóti uppskotinum, men tað undrar tó neyvan nakran nú heili 3 tungtvigandi og fulltíðarsettir borgarstjórar sita í Løgtinginum, sum hava buktina um báðar endar. Tann 4. borgarstjórin, borgarstjórin í Klaksvík, sum ikki kom í samgongu, mátti ásanna, at hann var ikki nóg týdningarmikil at fáa høvi at sita í Løgtinginum sum hinir 3 tríggir, og mátti velja Løgtingssessin frá sær.
Sambært § 6 stk 2, 4. pkt í kommunustýrislógini skal ein borgartjóri um setanarbrøkurin er 1/1 leggja boragarliga starvið frá sær, umframt øll almenn álitisstørv sum ikki hava beinleiðis samband við starvið sum borgarstjóri, herundir løgtingsstarvið. Hetta tí, at borgarstjórastarvið er eitt fulltíðarsett starv.
Upprunaliga ætlanin við kommunustýrislógini var sostatt, at tað ikki skuldi vera heimilað fulltíðarsettum borgarstjórum at sita bæði sum borgarstjóri og sum løgtingsfólk. Løgtingið hevði tó aðra áskoðan og settu eina undantaksreglu í lógina, soleiðis at frávik kunnu gerast til hesa reglu.
Landspolitikkur vs lokalpolitikk
Okkara greiða fatan er, at í Løgtinginum rekur man landspolitikk, har atlit skulu takast at heildini. Harvið tó ikki sagt, at man ikki kann taka lokalpolitisk atlit.
Hóast ein borgarstjóri velur borgarstjórasessin frá og heilagar sær løgtingsarbeiðið, so kann hann saktast brenna fyri sínum lokala øki allíkavæl.
Men tað kann vera trupult at tæna tveimum harrum, tí bland kann koma í áhugamálini hjá landinum og tey hjá kommunum. Dømi um tvístøður kunnu vera mangar. Eitt nú atlitini til landsbúskapin heild og tann kommunala búskapin. Onnur dømi um kolliderandi áhugamál eru ísv. yvirtøkur frá land til kommunur, eitt nú eldraøkið, dagstovnaøkið og barnavernd.
Fleiri stórmál løgd til kommunurnar at umsita
Ein onnur orsøk til hetta uppskotið um borgarstjórar er, at borgarstjórar eru fyrisitingarligir leiðarar, ið taka fyrisitingarligar avgerðir. Til samanberingar við eitt nú landsstýrið, so er borgarstjórin bæði landsstýrismaður og aðalstjóri. I dag seta borgarar størri krøv til eina fyristing, har faklig dygd og trygd er í hásæti. Somuleiðis eru fleiri stórmál løgd út til kommunurnar at umsita eitt nú eldraøkið, dagstovnaøkið og barnaverdin. Hetta eru grundleggjandi vælferðartænastur, sum eiga at krevja fulla orku hjá einum borgarstjóra. Verður mett, at hetta ikki er nóg mikið at fylla dagin hjá einum borgarstjóra, so er kanska rætta løtan komin til, at vit taka kjakið upp aftur um at leggja kommurnar saman í størri eindir.
Løgtingsfólk eru ikki líka fyri lógini
Vanlig løgtingsfólk kunnu ikki hava fult alment starv við síðuna av. ?? grein 3 í lóg um samsyning og løn løgtingsmanna stendur, at løgtingsfólk ikki hava loyvi at hava meiri enn hálvt starv víð síðuna av løgtingsarbeiðinum. Sostatt eru løgtingsfólk ikki javnt stillaði fyri lógini í mun til borgarstjórar, sum kunnu sita í fullum almennum starvi. Undir viðgerðini av uppskotinum var eisini róð framundir, at løgtingsarbeiðið eigur at vera fulltíðarsett starv, og hetta er avgjørt eitt mál, ið eigur at vera umrøtt nærri.
Viðvíkjandi øðrum privatum størvum, ið løgtingsfólk kunnu hava við síðuna av løgtingsstarvinum, so er hetta ikki ásett á nakrari lóg. Tó er spurningurin verdur taka upp, tí greitt er, at tað kann eisini vera kolliderandi áhugamál millum løgtingsins vilja og serlig privat áhugamál.
Alt vald verður savnað á færri hondum
Tað eru mong, ið hava ført sjónarmiðið fram, at fólkið hevur talað og hevur valt hesar borgarstjórar á Ting. Gamaní er hetta støðan, men vit sum lóggevandi vald, hava skyldu til at tryggja eitt so sunt og sterkt fólkaræði sum gjørligt við atliti at breiddini. Skipanin og lógirnar í dag tryggja okkum ikki eitt sunt og sterkt fólkaræði fyri øll.
Vit hava ein fólkaræðisligan trupulleika, tá alt vald verður savnað á færri hondum. Tá ein og sama persónur situr á fleiri politiskum postum, fækkar fólkaræðisliga umboðanin og tað er stak óheppið. Somuleiðis gerst tað eisini trupult at rekruttera nýggjar politikarar, tá teir ikki sleppa framat. ?? grundini kunnu allir 30 borgarstjórar í landinum í dag verður valdir á ting. Teir kunnu velja ikki at siga borgarstjórasessin frá sær, og tá hevur Løgtingið í grundini avtikið seg sjálvt, og fólkaræði minkað niður í onki.
Lat tað vera sligið fast. Málið hjá okkum snýr seg ikki um at forða borgarstjórum at stilla upp til løgtingsval, tað hava teir fullan fólkaræðisligan rætt til. Tað kann ongin forða teimum. Málið snýr seg einfalt um, at borgarstjórar í fullum starvi eiga at velja antin borgartjórasessin ella løgtingssessin. Sum uppskotstillarar hava vit eisini mælt til, at lógin kann fáa eina seinri gildiskomu, soleiðis at tað ikki skal fatast sum man er úti eftir onkrum ávísum persónum. Hetta málið er alt ov týdningarmikið til at gerast persónligt, tí málið snýr sum um at tryggja eitt sterkt og sunt fólkaræði við einum greiðum valdsbýti.
Annika Olsen
Tingkvinna fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald