Politikkur

Fólkaræðið hevur tørv á fleiri røddum

...

2016-03-11 08:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Miðsavnanin í Kringvarpið hevur víst okkum vandan við at savna 4. statsvaldið undir einari rødd. Fólkaflokkurin viðurkennir, at tað hevur týdning fyri fólkaræðið, at fleiri eygu, oyru og røddir sleppa at umrøða samfelagsviðurskiftini.

Fyri 11 árum síðani varð Kringvarpið savnað undir einari leiðslu. Endamálið var at rationalisera og at gagnnýta felags tilfeingið hjá ??tvarpinum og Sjónvarpinum í einum og sama stovni. Men vit høvdu ikki væntað, at úrslitið fór at vera ein einsrætting av øllum, sum hevur við tíðindavirði, vinklar og raðfesting at gera.

Tey seinastu 11 árini hava víst, at avgerðin at savna alla ta almennu tíðindatænastuna undir einum hatti hevði við sær, at journalistiska fjølbroytnið smælkaði, tíðindi verða raðfest eftir kostnaði heldur enn tíðindavirði, og vandin við bert einari tíðindadeild og einum tíðindaleiðara er, at alt verður sæð við somu eygum.

Tað var ikki endamálið við samanleggingini. Vit vildu rationalisera og hjálpa Kringvarpinum at brúka pengarnar betur. ??rslitið er tíverri vorðið tað, at allur tíðindaflutningur úr Kringvarpinum skal ígjøgnum sama filtur - sama hugsunarhátt. Hesin hugsunarháttur sæst týðiliga aftur í teimum sendingum, raðfestingum og starvssetanum, sum hava verið í Kringvarpinum seinastu árini.

Tað er ikki gagnligt. Hvørki fyri fólkaræðið ella fyri Kringvarpið. Journalistar í Kringvarpinum, sum elska sítt starv verða hildnir rimmarfastir í einum omanifrá ásettum hugsunarhátti. Tað eigur at vera øvugt. Vit eiga at hava fleiri røddir, sum lýsa og seta spurnartekin við avgerðirnar í samfelagnum. Røddir, sum hava loyvi og vilja at hugsa sjálvstøðugt.

Fólkaflokkurin mælir tí til, at Løgtingið ásetir, at tað skulu í minsta lagi vera tvær fullkomiliga sjálvstøðugar tíðindadeildir í Kringvarpinum. Men Fólkaflokkurin vil eisini slóða fyri, at krøv verða sett Kringvarpinum um, at partar av kringvarpsskránni verður boðin út til privatar veitarar at bjóða uppá. Tí tey einastu, sum kunnu tryggja, at føroyska fólkaræðið verður lýst við fleiri røddum, eru vit í Føroyum.

Uppskotið kann lesast HER:

http://www.logting.fo/files/casestate/16207/094.15%20U.t.s.%20um%20kringvarpslogina.pdf

Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder