Politikkur

Fólkaræðið eitt skot fyri bógvin

...

2016-04-15 17:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað kann ikki undra nakran, at samgongan velur at verja sínar borgarstjórar, og mælir Løgtinginum at fella uppskotið um at lata fulltíðarsettar borgarstjórar eisini sita í Løgtinginum. Men tað er harmiligt, tí við hesi avgerð hevur fólkaræðið fingið eitt alvorligt skot fyri bógvin. At ein og sami persónur røkir fleiri fulltíðar politiskar sessir smalkar um okkara fólkaræðisligu umboðan, og tað er serstakliga vandamikið. Eins og tað er umráðandi, at vit halda eitt neyðugt skott ímillum tað lóggevandi valdið og tað útinnandi valdið, er tað eisini neyðugt at fasthalda skottið ímillum Løgtingið og kommunustýrini.

Harumframt hevur man við hesi avgerð sagt, at tað er í lagi, at løgtingsfólk ikki eru líkastillaði fyri lógini. Meðan ein vanligur løgtingslimur bert kann hava hálvt alment starv, kann borgarstjórin, ið situr við síðuna av, varðveita sítt fulltíðar starv sum borgarstjóri. Er hetta rættvíst?

Persónliga eri eg ikki í iva um, at løgtingsfólk skulu javntstillast, og tí er tiðin komin til at taka kjakið upp um at gera løgtingsstarvið til eitt fulltíðarstarv. Løgtingsarbeiðið er tað týdningarmiklasta starvið í landinum, tí vit umboða og taka avgerðir fyri alt fólkið hvønn dag.

Ført hevur verið fram, at hetta uppskotið hevur eittans endamál at fara eftir teimum borgarstjórum, sum sita í Løgtinginum í dag. Hetta eru uppáhald og hava onki við veruleikan at gera. Tí í minnilutaálitinum hjá Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir verður netupp mælt til at útseta gildiskomuna, so hetta lógaruppskotið fyrst fær gildi eftir komandi val.

Tá persónlig politisk áhugamál verða tikin framum eitt sunt og sterkt fólkaræði, er talan um politiska resignatión. Vónandi hugsar Løgtingið seg væl um, áðrenn hetta álvarsmál kemur til viðgerðar í komandi viku.

Annika Olsen

Tingkvinna fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder