Í dag er kirkjuráðsval. Í fleiri ár hava fólkavald kirkjuráð mælt til at broyta lóggávuna um friðing, so atkomuviðurskiftini verða betri í fleiri gomlum kirkjum í Føroyum.
Semja tykist at vera millum politikarar um, at hetta skal gerast. Men tað er enn ikki gjørt. Landsstýrismaðurin, Jenis av Rana, segði fyri einum ári síðani, at arbeiðið var í gongd, men enn er einki lógaruppskot lagt fram fyri tingið.
Tað hevur so fingið bisp at varpa ljós á málið enn einaferð í dag - á sjálvum kirkjuráðsvaldegnum.
Vit eru fleiri, sum undrast á, hvar lógaruppskotið blívur av. Tað er sjálvandi best, um avvarðandi landsstýrismaður loysir málið sjálvur. Men verður hetta ikki loyst nú, so fer Javnaðarflokkurin at leggja uppskot fram um at broyta lógina, soleiðis at hon tekur hædd fyri nýtslutørvinum í dag, uttan at tað gongur út yvir kirkjurnar sum fornminni.
Vit liva í eini aðrari tíð í dag, enn tá kirkjurnar blivu bygdar. Tað má bera til at gera vesi- og atkomuviðurskiftini frægari uttan at gera seg inn á fornminnini.
Ein loysn má finnast,og sum løgtingsmaður fari eg at gera alt fyri at loysa málið skjótast gjørligt.
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald