Ítróttur

Fólkaheilsurenning og Gangi hálv maraton 3. september

...

2016-07-14 17:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá Føroya vakrasta hálv maraton verður runnið leygardagin 3. september, verður eisini skipað fyri fólkaheilsurenning, har møguligt verður hjá fólki at ganga/renna frá flogvøllinum til FK í Miðvági. Møtt verður á flogvøllinum kl. 11 har startnummar verða útflýggjað og sjálv renningin byrjar kl. 11.30. Fólkaheilsurenningin er skipað saman við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, Fólkaheilsuráðnum, Ítróttarfelagið Frælsi, kommununum í Vágum.

Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum ??? yngri sum eldri ??? eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg saman við øðrum. Tað stendur sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey vilja ganga ella renna teinin; mest umráðandi er at vera við.

Motiónsrenning kostar 50kr. Kostnaðurin fyri børn er kr. 20kr.

Umframt heilsurenning, verður skipað fyri vælumtókta Gangi hálv maraton saman við Krabbameinsfelagnum. Tað er mangan drúgvur dystur at stríðast við krabba. Flest øll klára at ganga 21km og samstundis er hetta er ein góður møguleiki at stuðla arbeiðnum hjá Krabbameinsfelagnum. Kostnaðurin fyri Gangi hálv maraton eru 275kr um teknað verður til áðrenn 5 august. Eftir hetta verður kostnaðurin 300kr. Fyri hvørja tilmelding verða 100kr lætnar til Krabbameinsfelagið. Tey sum tekna seg áðrenn 5. august fáa ein renni endurskins vest.

Luttakarar til Gangi hálv maraton møta á Giljanesi kl. 9.30 og fara síðan við bussi til Gásadals. Rutan gingið verður er tann sama sum hjá teimum sum renna, tó verður eitt frávik tá komið verður til Vatnsoyrar. Tey sum renna fara eftir landsvegnum fram við vatninum, ímeðan tey sum ganga fara niðan eftir Vatnsdalsbrekku og síðan eftir vørðunum til Miðvágs og haðani víðari til Sandavágs.

Tilmelding til Hálv maraton, Gangi hálv maraton og heilsurenning fer fram á heimasíðuni renn.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder