Politikkur

Fólkaflokkurin vil hava borgarligan politikk

....

2015-06-04 20:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á tíðindafundinum hjá Fólkaflokkinum, legði formaðurin Jørgen Niclasen stóran dent á, at um flokkurin fær umboðan á Fólkating, so skuldi persónurin arbeiða fyri somu áhugamálum, sum Fólkaflokkurin ger í Føroyum, og ikki fara út á eina heilt aðra kós, sum á ongan hátt líkist tí, sum føroyski Fólkaflokkurin hevur.

Sí eisini: Myndarøð frá tíðindafundinum her.

Jørgen helt, at fólkatingsumboðini fyri Føroyar tað seinastu setuna, vóru alt ov veik, tí var neyðugt aftur at fáa Fólkaflokkin á Fólkating - flokkin, sum altíð borgar fyri góðum úrslitum.

Les eisini: 13 fólk stilla upp fyri Fólkaflokkin.

Stuðla helst bláum blokki ??? men kunnu fara saman við reyða blokkinum

Jørgen segði, at Fólkaflokkurin verður eisini ein borgaligur flokkur á Fólkatingið, men tá hann var spurdur um Fólkaflokkurin kundi stuðla reyða blokkinum, svaraði hann - Um okkara umboðan verða tann avgerðandi atkvøðan á Fólkatingi, um tað verður reyður ella bláur blokkur, sum skal stýra Danmark næstu árini - um so verður, so skulu vit fáa sum mest burturúr. og um reyði blokkurin bjóðar okkum, meira enn hvat blái blokkurin ger, so verður tað allar helst ein reyður blokkur, sum skal stýra Danmark næstu árini, segði Jørgen Niclasen.

Jákup Mikkelsen helt, at blái blokkurin til eina og hvørja tíð kláraði at bjóða tað sama og meira enn reyði blokkurin ger - tað hava tíðirnar víst - helt Jákup Mikkelsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder