Politikkur

Fólkaflokkurin - tín persónliga trygd

...

2015-08-20 16:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fólkaflokkurin leggur dent á tað mest persónliga hjá einstaka borgarunum í Føroyum - nemliga egið húsarhald og fíggjarligt sjálvbjargni. Tað er á hesum súlum, at samfelagið hvílur.

Fólkaflokkurin hevur arbeitt - og fer framvegis at arbeiða - við virðing fyri tí einstaka húsarhaldinum.

Komandi fýra árini verður orkan løgd í at lætta munandi um hjá húsarhaldum við lág- og miðalinntøkum.

Tá Fólkaflokkurin setur sær nakað fyri, so verður tað avgreitt!

Flatskatturin kom í evstu løtu. Ein skattaumskipan, ið kom øllum samfelagnum til góðar og setti fokus á ta inflasjón, ið var komin í skattahugsanini á politiska víðvøllinum. Eingin hevði politiskt árræði at steðga hesi inflasjón undan ABDH-samgonguni.

Hagtølini tala, og teimum kann politiska skipanin ikki avvísa.

Tey sum søgdu at prístalið í Føroyum fór at hækka og gera ójavnan munandi størru - fóru skeiv. Tey sum søgdu at sokallaða flatskattaskipanin fór IKKI at ávirka búskapin positivt - fóru skeiv. Tey sum søgdu EXIT Føroyar - fóru skeiv. Í dag er hetta skalfest í tølum frá Hagstovuni.

Prístalið er ikki broytt, og trupulleikin við vaksandi ójavnaðnum síðsti mongu árini, er als ikki vaksin við flatskattinum. Tað er ein sannroynd, at meðan Javnaðarflokkurin sæt við fíggjarmálum fyri 4 árum síðani vaks ójavnin meir, enn hann hevur gjørt undir sokallaða flatskattinum. Vit hava fingið búskapar vøkstur - og síðst, men ikki minst, er fólkatalið vaksið munandi.

Við nýggu skattakósini, ið Fólksflokkurin saman við samgonguflokkunum hevur sett, er einstaka húsarhaldið í miðdeplinum. Við einstaka húsarhaldinum í miðdeplinum hvílur samfelagið trygt, og vælferðin er tryggjað.

Góðu føroyingar, verið við 1. septembur - Veljið tryggu vælferðarkósina!

Eyðstein ??. Poulsen

Valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder