Politikkur

Fólkaflokkurin størstur í nýggjari veljarakanning

...

2015-08-31 18:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF.fo skrivar: Fólkaflokkurin er størsti flokkur í nýggjari veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið og Miðlahúsið. Fólkaflokkurin fær 20,4 prosent av atkvøðunum. Og hetta gevur flokkinum 7 tinglimir.

Sambandsflokkurin missir tvey fólk og fær 6 maðan Javnaðarflokkurin varðveitir síni 6 tingfólk. Tjóðveldi missir eitt og fær 5 tingfólk.

Betri gongur hjá teimum smáu flokkunum. Framsókn tvífaldar tingfólkatalið og fær 4, Miðflokkurin fer úr tveimum til trý tingfólk, og Nýtt Sjálvstýri tvífaldar sína umboðan úr einum til tveir tingsessir.

Seinni í dag kunngerð Portalurin eina veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt. Vit kunnu avdúka so mikið, at úrslitið er markant øðrvísi enn úrslitið hjá Fynd.

Javnaðarflokkurin er næststørstur við 19,3 prosentum av atkvøðunum. men beint í hølunum er Sambandsflokkurin, sum hevur 19,2 prosent. Hetta gevur báðum flokkunum seks tinglimir í part, les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder