Politikkur

Fólkaflokkurin skal á fund í kvøld

...

2021-12-19 18:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leiðslan í Fólkaflokkin kemur í kvøld saman, at tosað um politisku støðuna, ið er íkomin eftir at trý uppskot hjá anstøðuni um sammóðir blivu samtykt við 2. viðgerð mánadagin.

Tey trý uppskotini vórðu samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti, Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum vóru millum teirra, ið atkvøddu fyri uppskotinum saman við andstøðuni.

Lítla samgonga fór á kreppufund í tinganesi eftir 2. viðgerð, og segði løgmaður, at arbeitt bleiv við einum uppskoti, sum alt tingið kundi taka undir við.

Tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fær undirtøku fyri uppskotinum arbeitt verður við ella um samgongan yvirhøvur kemur við einum broytingaruppskotið, tí bæði Annika Olsen og Jóhan Dahl hava sagt, at tey atkvøða líka við 3. viðgerð, sum tey bæði gjørdu við 2. viðgerð. Verða tey bæði í tinginum í morgin er sannlíkt, at uppskotini um sammóðir blíva samtykt, um tey ikki broyta meining, og atkvøða fyri uppskotinum løgmaður sigur seg arbeiða við.

Vit vita at floksleiðslan hjá Fólkaflokkinum er biðin um at koma á fund í kvøld. Á skránni er politiska støðan, sum er íkomin.

Vit vita ikki hvat er á skránni til fundin hjá Fólkaflokkinum, men tað hevur ljóða at Fólkaflokkurin tekur Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard úr Landsstýrinum, og fáa tvey nýggj fólk í Landsstýrið. Jørgen og Jacob fara síðani í tingið, og tað ger at Brandur Sandoy og Annika Olsen mugu úr tinginum.

Við at tað verður gjørt fellur málið um sammóðir í morgin.

Tingfundurin í morgin er settur at byrja klokkan 13, men enn er óvist hvussu korona kemur at ávirkað tingarbeiði. Tað er staðfest at eitt starvsfólk í umsitingini í løgtinginum, hevur fingið staðfest koronu. Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, hevur heitt á allar løgtingslimir um at lata seg kanna fyri koronu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder