Næmingaráðið á Glasi: Í dag var tiltakið Stemmuboksing á Glasi. Hetta var eitt pallborðskjak millum politisku flokkarnir, har bæði ein royndur politikari (næstan allir formennirnir) og ein ungdómspolitikari luttóku, fyri at kjakast um fosturtøku og bústaðarmøguleikar!
Hesi evni vóru vald av næmingunum umvegis atkvøðugreiðslu.
Vit í næmingaráðnum vilja takka fyri eitt ótrúliga gott - og siðiligt - kjak!
Samstundis eru vit sera takksom fyri góðu uppmøtingina!
Næstforkvinnan í næmingaráðnum Ida Á Reynatúgvu setti tiltakið, og segði millum annað: ???Sum ungdómur fáa vit ofta at vita, at vit eru ov bjartskygd, ov framsýggin og ov bláoygd. Vit kenna ikki til veruleikan og eru ikki før fyri at taka týðandi avgerðir. Í ár fer størsti parturin av okkum at spæla ein leiklut í menningini av framtíðarinnar veruleika, tá ið vit tvær ferðir velja, hvørjir politikarir skulu umboða okkum og okkara áhugamál.???
Til Stemmuboksingina skipaðu vit fyri ikki færri enn fýra veljarakanningum. Tann fyrsta snúði seg um hvønn flokk mann ætlaði at velja, tann næsta um hvør stóð seg best í kjakinum um fosturtøku, tann triðja um hvør stóð seg best í kjakinum um bústaðarmøguleikar, og tann fjórða spurdi aftur hvønn flokk mann hevði valt.
Her eru úrslitini av kanningini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald