Á floksleiðslufundi Fólkafloksins í dag er nýggja stevnuskrá floksins einmælt samtykt.
Tað er við stoltleika, at Fólkaflokkurin í dag leggur fram nýggja stevnuskrá. Fyrstu reglurnar í stevnuskránni eru undirstøðið, sum Fólkaflokkurin stendur á:
Fólkaflokkurin er ein borgarligur, sosialur og liberalur tjóðskaparflokkur. Við tí leggja vit dent á sjálvræði hjá tí einstaka, styrkina í felagsskapinum millum menniskju, og frælsið hjá fólki og tjóð.
Gamla stevnuskráin hjá Fólkaflokkinum varð orðað í áttatiárunum, meðan kalda kríggið herjaði. Spenta støðan millum heimsveldini merktiskt um allan heim, og hugsjónarliga stríðið millum eystur og vestur lá, av góðum orsøkum, teimum flestu fremst í huga. Tað er eyðsæð, at gamla stevnuskrá Fólkafloksins ber brá av síni samtíð.
Hugsjónin og stóru vinnupolitisku spurningarnir síggjast einamest í gomlu stevnuskránni, meðan nýggja stevnuskráin hoyrir nútiðini til. Stevnuskrá Fólkafloksins leggur í dag fyrst og fremst dent á menniskjað. Hon leggur dent á eitt mennandi, trygt og fevnandiabeiðsumhvørvi, samstundis sum trivnaðurin í føroysku familjunum fær hægstu raðfesting.
Einføld og nýmótans stevnuskrá í fimm punktum
Politikkur snýr um menniskju og stevnuskrá Fólkafloksins snýr seg um fólkið, sum í Føroum býr. Tað hevur verið útgangsstøðið í arbeiðnum við nýggju stevnuskránni, sum byrjaði á sumri í 2016.
Nýggja stevnuskráin er gróðurfest í grasrótum floksins og er arbeidd upp gjøgnum floksbygnaðin. Hon er smíðað á fundum í øllum limafeløgunum kring landið og í ungmannafelagnum HUXA. Floksleiðslan og tingbólkurin hava síðani viðgjørt uppskotið til stevnuskrá, eitt nú á seinasta landsfundi. Nú er nýggja stevnuskrá Fólkafloksins einmælt samtykt á floksleiðslufundi.
Í stevnuskránni eru fimm høvuðspunkt. Tvey av punktunum snúgva seg um stóru spurningarnar fyri føroysku tjóðina, ein partur snýr seg um búskap og vinnu, meðan tveir partar snúgva seg um, hvussu vit trívast sum familja og sum fólk.
Skráin kann lesast her: Stevnuskrá Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald