2015-04-24 03:40
Fólkaflokkurin harmast um, at Miðlahúsið sýtti Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, at luttaka í kjakinum um fólk í fátækraváða. Í kjalarvørrinum av álitinum um fátækramarkið, sum landsstýriskvinnan fekk handað í mars 2014, hevur Annika Olsen sett fleiri átøk í verk, ið betra um umstøðurnar hjá eitt nú einligum mammum. Tað er alneyðugt at varpa ljós á tey, ið liva í fátækraváða, men tað harmar fólkaflokkin almikið, tá Miðlahúsið noktar Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, at luttaka í so týdningarmiklum kjaki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald