Politikkur

Fólkaflokkurin loysti skattaskrúvuna

...

2015-08-14 00:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undir valstríðnum seinast lovaði Fólkaflokkurin, at broytingar skuldu fremjast í skattatrýstinum, sum landið leggur á fólk. Tað lyftið hildu vit, og úrslitið sæst í dag. Inntøkurnar hjá landi og kommunum eru vaksnar munandi orsakað av vøsktri og lønargjaldingarnar eru hækkandi.

Vit hava eisini víst, at tað ber til at halda aftur í teimum almennu útreiðslunum, samstundis sum vit hava tryggjað eitt høgt vælferðarstøði. Vit hava tryggjað, at inntøkurnar eru vaksnar munandi meira enn útreiðslurnar. Hetta ger, at vit kunnu rokna við einum yvirskoti í 2016 sambært játtanarkarminum fyri næsta ár.

Ein týðandi liður í fíggjarpolitikkinum hjá samgonguni seinastu fýra árini hevur verið skattalættin, sum varð samtyktur í 2011. Komandi árini er eisini neyðugt at lækka skattin hjá lág- og miðalløntum, soleiðis at tað framvegis skal loysa seg at arbeiða. Fólkaflokkurin fer sostatt framhaldandi at arbeiða fyri einum lágum skattatrýsti.

Altjóða metingarfyritøkan Moody´s hevur eisini mett, at føroyski búskapurin er væl fyri. Moody´s hevur givið føroyska búskapinum betri karakter, soleiðis at útlitini nú eru støðug. Enn ein greið ábending um, at búskapurin er á rættari kós og hevur álit í altjóða fíggjarheiminum.

Sjálvsagt fegnast vit saman við Føroya fólki um, at tað gongur væl í føroyska samfelagnum í dag. Vit eru á rættari kós, hóast ferðin úr aldudalinum hevur verið drúgv.

Um vit hyggja eftir farna valskeiði, so eru fleiri lyklatøl, sum peika rætta vegin: Løntakaratalið er vaksið, arbeiðsloysið er lækkað, nettofráflyting er vend til nettotilflyting og fólkatalið er vaksið.

Tá vinstrivongurin ætlar at stramma skattaskrúvuna aftur, so er neyðugt við einum sterkum borgarligum flokki á løgtingi fyri at tryggja eitt lágt skattatrýst.

Rodmundur Nielsen, valevni fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder