2015-08-21 17:50
Tað var undir leiðslu av Fólkaflokkinum, at eldraøkið í hesum valskeiðnum varð flutt frá landi til kommunurnar at umsita og hava fulla ábyrgd av.
Fleiri álit um uppgávubýtið millum land og kommunur eru skrivaði seinastu árini, har ein av niðurstøðunum er, at eldraøkið liggur best hjá kommununum, tí tær eru nærri sínum borgarum, enn landsstýrið er, og tí kenna kommunrnar best tørvin hjá sínum borgarum.
Hóast serfrøðin mælti til, at eldarøkið varð flutt út til kommunurnar, so vóru fleiri politiskir flokkar ivasamir og trúðu ikki, at tað fór at eydnast.
Men her vísti Fólkaflokkurin enn einaferð sítt dirvi og góða handalag til at finna loysnir, tí í hesum valskeiðnum stóð flokkuirn á odda fyri at flyta eldraøkið frá landi til kommunurnar at umsita.
Fleiri fyrimunir eru av hesari útlegging av eldraøkinum til kommunurnar:
(1) Við hesum flytur henda týdningarmikla uppgáva og stýringin av henni nærri borgarunum
(2) Gamla skipanin er tikin av, har land og kommunur høvdu felags ábyrgd av eldraøkinum
(3) Ein og sami myndugleiki, nevniliga kommunan, hevur nú 100% ábyrgd av eldraøkinum
(4) Kommunurnar hava frælsi til at tillaga eldraøkið eftir lokala tørvinum og umstøðunum
(5) Neyðuga fíggingin av eldraøkinum fylgdi við uppgávuni út til kommunurnar
(6) Hetta styrkir kommunurnar og økini kring landið við størri ábyrgd og fleiri størvum
(7) Borgararnir fáa størri ávirkan á eldraøkið, sum harvið í longdini fer at gerast betri
Soleiðis er Fólkaflokkurin ??? hann finnur og fremur loysnirnar uttan óneyðugt hóvasták.
Vit vita, hvat vit vilja, og vit megna eisini at útinna tað ví verki.
Vel tí Fólkaflokkin
Jákup Mikkelsen
Valevni Fólkaflokkins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald