Í innslagnum í Degi & Viku, mánadagin 18. mai, gjørdi Jan Lamhauge samrøðu við stjóran í danska búskaparráðnum, John Smith. Sambært heimasíðuni hjá KVF, dagf. 19. mai kl.08.39, var niðurstøðan???Forskatting skaðar haldførið.???
Hetta passar ikki.
Forskattingin er neutral
Tá stjórin í búskaparráðnum varð spurdur, hvørt forskatting av pensjónum skaðar haldførið, svaraði hann:
???I princippet er sådan en øvelse neutral for holdbarheden, fordi det er bare et spørgsmål om at flytte pengene. Det ændrer strengt taget ikke på regnstykket.???
Sostatt samsvarar niðurstøðan hjá KVF ikki við tað, sum John Smith, stjóri í búskaparráðnum, segði. Hann vísti ikki forskattingina aftur. Tvørturímóti. Hann segði týðiliga:
???Man kan godt forsvare fremrykket??? Eller I hvert fald diskutere fordele og ulemper ved fremrykning ved pensionsbeskatning.???
KVF reingir sannleikan
Hvussu KVF fær útsagnirnat til at vera, at???Forskatting skaðar haldførið???er serstakliga undrunarsamt. Tað byggir hvørki á samrøðuna ella á sannleikan. Tvørturímóti. John Smith vísti forskattingini vælvild.
Tí er tað okkurt, ið bendir á, at KVF byggir sína grein á subjektivu metingina hjá journalistinum.
Annars hevði greinin verið orðað øðrvísi.
Tí sømir tað seg hjá almenna Kringvarpinum, hvørt grundarlag er Public Service sáttmálin, at stovnurin endurgevur veruleikan. Ikki reingir hann. Tískil átti Kringvarp Føroya at komið við einari almennari umbering.
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald