Tað var undir býráðssamgonguni við Anniku Olsen sum borgarstjóra, at hugskotið um nýggja stórhøll kom á borið í Tórshavnar Býráð. ??tlanin var at stórhøllin skuldi raðfestast í hesi býráðsetuni. Ein slík stórhøll, sum verður til stóran frama fyri ítróttin, ferðavinnuna, mentanina, samkomulív osv., vil hava eitt ómetaliga stórt virði fyri okkara høvuðsstað og eisini fyri allar Føroyar. Ongin ivi um tað. Vit skulu tí sláa fast, at Fólkaflokkurin sjálvsagt tekur fult undir við bygging av eini komandi stórhøll, har Tórshavnar Kommuna hevur givið tilsøgn á 109nmió.kr. svarandi til 50% av byggikostnaðinum á 218 mió.kr. treyta av at vinnan, grunnar o.o. koma við teimum resterandi 109 mió.kr.
At vinnan, grunnar og vónandi tað almenna eisini eru við at fíggja eina slíka stórhøll saman við Tórshavnar Kommunu er eisini góður borgarligur politikkur, sum vit fegin vilja stuðla. Umboðini fyri Fólkaflokkin í Tòrshavnar Býráð vilja tí atkvøða fyri byggingini av stórhøllini, tá ið treytirnar fyri fíggingini eru loknar, og málið aftur kemur fyri býráðið. Tó skulu vit boða frá, at Fólkaflokkurin greitt mælir til, at tann fíggjarligu parturin verður innanfyri fíggjarætlanina hjá Tórshavnar Kommunu, soleiðis at fult gjøgnumskygni er í fíggjarviðurskiftunum av stórhøllini.
Harnæst mælir Fólkaflokkurin í býráðnum til, at byggingin av stórhøllini verður boðin alment út til føroyskar ráðgevarar og føroyskar byggifyritøkur. Hetta skylda vit føroysku vinnuni, umframt at vit eisini tryggja at Tórshavnar Kommuna, sum størsti einstaki partur av stórhøllini, heldur leiðreglurnar um at bjóða slíkar stórar byggiætlanir alment út.
Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð Annika Olsen, býráðslimur Birgir Nielsen, býráðslimur
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald