Politikkur

Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fram um at avtaka allar uppboðssølur

...

2018-03-08 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Andstøðan hevur undir viðgerðini av uppskotinum hjá samgonguni um fyrisiting av sjófeingi víst á,at útlutan av veiðirættindum umvegis uppboðssølu skapar ótryggleika í vinnuni. So at siga øllvinnan hevur í hoyringarskrivum og undir hoyringum í Vinnunevndini gjørt vart við, atuppboðssøla av veiðirættindum er stórt afturstig í tí stóru menning, sum vit seinastu árini hava sæð ífiskivinnuni, síðani seinasta samgonga hækkaði uppsjóvarkvotupartin munandi. Trygg rættindi erufyrsta treyt fyri eini skilagóðari tilrættislegging í øllum liðum í vinnuni. ??tryggleiki heldurreiðaríum aftur at gera stórar íløgur í nýggj og framkomin skip. ??tryggleiki ger tað trupult at geralangtíðarsáttmálar, sum tá til stykkis kemur tryggja betri prís og trygg arbeiðspláss. Og ótryggleikiger umstøðurnar at leggja framleiðslu við langtíðarperspektivum til rættis munandi verri. 

Dømi um tann ruðuleika, ið uppboðssøla skapar, er uppboðssølan av sild seinna hálvár í 2017. Íkappingini um at fáa hendur á rættindum gjørdist partur av rættindunum at veiða sild so dýrur, atreiðarar sótu eftir við halli. Tá sildin varð seld á uppboðssølu, var prísurin á góðari leið. Men tásildin kundi veiðast og síðani seljast, var prísurin í botni. Hetta lýsir greitt, hvørja støðuuppboðssølan kann seta tey í, sum dagliga skulu liva í vinnuni.

Les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder