NemID
Í Fólkaflokkinum eru vit samd um, at vit ynskja eina føroyska loysn og ikki NemID skipanina.
Tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum ynskti tí at fíggjarmálaráðharrin tók bankarnar undir hond og tosaði við teir við 'stórum bókstavum'.
Fíggjarmálaráðharrin, Jørgin Niclasen, framdi hetta arbeiðið til UG; úrslitið kom í einum tíðindaskrivi í gjár mikudagin tann 25. mars.
Innritan til netbankan verður óbroytt. Tá ið Føroyar hava valt eina felags føroyska talgilda undirskrift í sambandi við arbeiðið hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar, verður hendan eisini brúkt av peningastovnunum. Ein føroysk talgild undirskrift væntast liðug um 2 ár. Felagið Føroyskir Peningastovnar taka lut í arbeiðinum hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar.
Víðari verður ein óheft kanning sett í verk at lýsa kostnað, fyrimunir og vansar við eini møguligari heimtøku av KT skipanum hjá føroysku peningastovnunum úr útlondum.
Farvæl NemID, og ver vælkomin føroysk loysn!
Janus Rein
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald