Politikkur

Fólkaflokkurin: Fakfeløgini siga ósatt

...

2015-08-21 00:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gomlu skipanini vórðu lívrenta og ratepensjón skattaðar sum vanlig A-inntøka. Samhaldsfasti og viðbótin í fólkapensjónini eru tilsamans um 70.000 kr um árið. Eginpensjón vildi tí verið skattað sum A-inntøka frá 70.000 og uppeftir. Tá hevði skatturin verið 20% í landsskatti umframt kommunuskatt sum í miðal er 21,46% pensjónin vildi tí verið skattað við 41,46%. Forskattingin er 40%, tí er lítil og eingin broyting í skattingini.

Fakfeløgini manipulera við roknistykkinum við at lata sum um, at almenna pensjónin ikki er til. Um vit fylgja teirra pástandi um, at skattingin er ein skattahækking á 1.000 kr. á eginpensión, so hevur samgongan givið 1.000 kr. í skattalætta á almennupensiónini. Her er talan um ein persón, ið hevur eina eginpensión á 50.000 kr.

Dømið, ið tey brúka, er persónur, ið hevur útgoldið eina pensjón á 203.000 kr áðrenn skatt. Tað merkir, at viðkomandi ikki hevði fingið viðbótina frá fólkapensjónini. Alt eftir hvørjari kommunu viðkomandi er búsitandi í, so vildi skatturin verið beint oman- ella niðanfyri 40% - áleið tað sama sum forskattingin á 40%.

Veruleikin er tó, at viðbótin í fólkapensjón ikki verður ávirkað av pensjón, sum er forskattað. Tað merkir, at persónurin í døminum hjá fakfeløgnum fær munandi meira at liva fyri við forskatting av egnari pensjón enn viðkomandi hevði fingið við gomlu skipanini. Viðbótin í fólkapensjónini er 43.452,00 fyri støk og 34.572,00 fyri hjún (hvør). T.v.s., at persónurin, sum fakfeløgini brúka, hevði havt millum 2.881 kr og 3.621 meir at liva fyri hvønn mánað.

So partapolitiski pástandurin hjá fakfeløgunum er beinleiðis villeiðandi, og tey eiga at fáa hann rættaðan. Allir teirra limir fáa meir at liva fyri eftir verandi lóggávum enn eftir teim gomlu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder