Politikkur

Fólkaflokkurin er besta trygdin fyri lægri skatti

...

2015-08-21 00:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fólkaflokkurin er einasti flokkur, sum veruliga veitir trygd fyri lægri skatti til allar samfelagsbólkar. Tí er umráðandi, at vit fáa tína atkvøðu, so vit kunnu halda fram við miðvísa skattapolitikkinum, har næsta stigið verður at lækka skattin til lág- og miðallønt, so eingin av teimum rindar meir enn 30% í skatti.

Um teir vinstrahallu flokkarnir sleppa til ræðið eftir løgtingsvalið, er stórur vandi fyri, at skatturin í Føroyum verður hækkaður, tí hesir flokkar hava ta áskoðan, at peningurin ikki liggur best í lummunum hjá tær sum borgara.
Eisini hava hesir flokkar ógvuliga lætt við at økja um almennu útreiðslurnar, og harvið leggja teir enn størri trýst á seg sjálvar um at hækka skattin.
Tí er umráðandi, at Fólkaflokkurin fær tín stuðul til hetta løgtingsvalið, so vit kunnu halda fram við miðvísa skattapolitikkinum, har næsta stig verður at lækka skattin til lág- og miðallønt, so eingin av teimum rindar meir enn 30% í skatti.
Fólkaflokkurin vil framhaldandi arbeiða fyri at gera skatta- og avgjaldslóggávuna einfalda og skattabyrðuna rættvísari. Skattalágmarkið eigur støðugt at hækka samsvarandi meðalinntøkuvøkstrinum, so at beinleiðis skatturin ikki minkar um arbeiðshugin. Lóggávan skal eggja til arbeiðis- og framleiðsluskapandi fyritakssemi.
Tí er umráðandi, at tú gevur Fólkaflokkinum tína atkvøðu á løgtingsvalinum 1. september, so vit kunnu verja hesi týðandi viðurskifti ??? til frama fyri tína vælferð og títt frælsi.

Jákup Mikkelsen
Valevni Fólkaflokkins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder