Fólkatingsval stendur fyri framman, og eg bjóði meg fram at umboða Føroyar á Fólkatingi. Meðan núverandi fólkatingslimir mest hava dragsað innanhýsis politiskar ósemjur niður á Christiansborg, so ætli eg mær at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum, sum Fólkaflokkurin altíð hevur gjørt við góðum úrsliti.
Røðarapallurin á Christiansborg hevur seinasta valskeið mest verið ein forlongdur rópari hjá politikarum, sum eru ónøgdir við ymisk heimlig viðurskifti í Føroyum. Tá eingin vil lurta í Føroyum, so fara fornermaðir sambandsmenn og ónøgdir javnaðarmenn niður á danating at gartera um politisk mál, sum bara føroyingar kunnu taka sær av.
Tak til dømis ES-málið. Sjúrður Skaale arbeiðir av øllum alvi fyri føroyskum limaskapi í ES, hóast eingin undirtøka er fyri hesum í Føroyum. Meðan Føroyar hava verið í hørðum stríði við ES um fiskirættindi, og beinhørð handilstiltøk eru sett í verk ímóti okkum, so situr Sjúrður Skaale á Christiansborg og vil lima Føroyar inn í ES.
Hvørki politisk ella fólkslig undirtøka er fyri hesum máli í Føroyum, men tað leggur Javnaðarflokkurin á Christiansborg einki í. Fólkaflokkurin fer at nýta fólkatingssessin til at verja føroysk áhugamál ímóti álopum úr ES heldur enn at amast uppi á Bruxelles. Tað er alt í lagi, at Javnaðarflokkurin vil lima Føroyar inn í ES, men tað er hinvegin eingin ivi um, hvar loyaliteturin hjá Fólkaflokkinum liggur, og tað er ikki í Bruxelles.
Eisini Edmund Joensen hevur dúgliga troyttað danir við innanhýsis føroyskum málum. Herfyri kravdi hann av Fólkatingsins røðarapalli, at danir skulu loysa trupulleikar, sum eru í almenna geiranum í Føroyum, sum føroyingar hava fulla ábyrgd av. Tað er burtur úr vón og viti at viðgera slíkt á Fólkatingi, tí hetta er eitt mál, sum vit mugu loysa her heima í Føroyum.
Tað er markleysur frekleiki at krevja av donskum politikarum, at teir skulu gjalda fyri mál, sum vit hava yvirtikið. Tað var hugstoytt at hoyra Edmund Joensen í Fólkatinginum hendan dagin, men tíbetur vísti danski forsætisráðharrin øllum frá sær á fólkaligan og siðiligan hátt, sum hon eisini eigur.
Fólkatingið er sostatt blivið ein pallur, sum føroyskir politikarar misbrúka til at føra føroyskan partapolitikk, og tað er sera skaðiligt fyri sambandið millum Føroyar og Danmark. Í dag hava føroysku umboðini á Christiansborg einki samband við politisku skipanina í Føroyum, og hetta máar støðið undan politikkinum hjá Føroya landsstýri, sum Føroya løgting hevur sett at stýra hesum landinum.
Kallsberg skaffaði úrslit
Umboð Fólkafloksins hava altíð arbeitt fyri føroyskum áhugamálum. Hetta hava vit prógvað ferð eftir ferð. Tak til dømis Anfinn Kallsberg, sum meistarliga syrgdi fyri, at yvirtøkulógin og uttanríkispolitiska heimildarlógin blivu samtyktar við breiðari undirtøku í Føroyum og Danmark. Hetta vóru slóðbrótandi frambrot fyri føroyskt sjálvræði. Anfinn Kallsberg var eitt virðiligt umboð á Fólkatingi og framdi úrslit. Hetta var eisini eitt dømi um, at ein føroyskur fólkatingslimur arbeiðir saman við politisku leiðsluni í Føroyum fyri at fremja stór politisk mál.
Yvirtøkulógin var eitt stórt frambrot fyri Føroyar, og við tí lógini hevur Føroya fólk fingið amboðið til at yvirtaka at kalla øll málsøki. Hetta flutti avgerðarrættin heim til Føroya, tí tað er her, at avgerðirnar skulu takast.
Uttanríkispolitiska heimildarlógin tryggaði Føroyum møguleikan at samráðast og at gera avtalur við onnur lond og felagsskapir. Hetta tryggjaði, at føroyskir myndugleikar einsamallir kunnu samráðast og hava avgerðarrætt á øllum uttanríkispolitiskum viðurskiftum í yvirtiknum málum. Eisini hetta var eitt stórt frambrot á sjálvstýrisleið. Hetta eru ítøkilig politisk úrslit, sum Fólkaflokkurin hevur slóðað fyri ??? Føroya fólki at frama.
Eg ætli mær niður á Christiansborg at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum og fari ikki at draga innanhýsis politisk mál í Føroyum niður á danating til viðgerðar, tí har hoyra tey ikki heima. Eg fari at fremja føroysk áhugamál og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar.
Rodmundur Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald