- nú 100 ár síðani kvinnurnar fingu valrætt
Allir flokkarnir bjóða seg fram til fólkatingssess. Fyri at røkka sessunum, stilla allir upp sum frægast - eisini kvinnur í ymsum tali.
Fólkaflokkurin verður hartaður fyri bert at hava tvær kvinnur á listanum, meðan Javnaður, Tjóðveldi og Framsókn breggja sær av javnstøðu, sum eisini er væl loftað í miðlunum.
Spurningurin er so, hvørjir flokkar ynskja veruliga kvinnu á Fólkating?
Munnu Javnaður, Tjóðveldi ella serliga Framsókn vilja, at mannligu frontfigurarnir verða yvirhálaðir av eini kvinnu? Hugsið bara um Sjúrð/Aksel, Høgna og Poul - nei, ikki sannheit?!
Hjá hesum flokkum er uppstillingin tí lítið annað enn javnstøðu-gluggapynt.
Upp móti hesum veruleika hevur Fólkaflokkurin sett sítt besta kvinnuliga valevni í fremstu røð.
Fólkaflokkurin hevur eisini tryggjað sær, at atkvøðurnar á listanum ikki verða pettaðar sundur valdagin, so kvinnuliga umboðanin dettur niðurfyri - soleiðis, sum hinir flokkarnir sýnast at gera.
Og Fólkaflokkurin veit eisini, at Annika Olsen er framúr egnað til Fólkatingssessin. Annika hevur umsitið burturav truplasta málsøkið farnu árini. Og tað hevur hon gjørt serstakliga væl.
Hennara drúgvu royndir í politikki síðani 2008, har hon hevur staðið fatt og dugnalig á teimum málsøkjum, hon hevur umsitið, ger hana til besta og sjálvsagda kvinnuliga valið í Føroyum.
Tað veit Fólkaflokkurin. Tað vit øll, sum hava minsta skil fyri politikki.
Tí hevur flokkurin ikki hópin av kvinnum á listanum bert fyri at náa einum politiskt korrektum javnstøðutali.
Í mun til hinar flokkarnar, satsar Fólkaflokkurin veruliga uppá møguleikan at fáa eina dugnaliga kvinnu á danating, nú vit hava rundað 100 ár síðani kvinnurnar fingu grundlógartryggjaðan valrætt.
Bjarni Djurholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald