Politikkur

Fólkaflokkurin ber ósannindi um KvF

...

2015-08-27 23:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg vil staðiliga vísa aftur, at Kringvarp Føroya manipulerar við valmagasininum 25. august 2015, sum Fólkaflokkurin førir fram í skrivi.

Rætt er, at innslagið er klipt. Men soleiðis er tíðindaflutningur gjørdur síðan fyrsta dagin. Møguleikin at gera fleri samrøður, og at seta søgurnar saman, er ein fortreyt fyri at gera eitt nú sjónvarpstíðindi. Hetta eigur ikki at vera ókent fyri politikarar og politisku flokkarnar.

Í kæruni verður serliga funnist at Kringvarpi Føroya, tí vit ikki spæla brotið úr kjakinum í Runavík, tá landsstýrismaðurin sigur, at fiskivinnan er skipað eftir einari fastari loyvisskipan, sum hevur virkað, síðan lógin kom í gildi fyrst í nítiárunum. Sambært kæruni eru øll loyvi læst fast, onki nýtt loyvi er útskrivað og onki lutfall er broytt í kvotapørtunum.

Skjalfesti veruleikin, sum innslagið í valmagasininum 25. august 2015 byggir á, vísir, at hetta uppáhald hjá Fólkaflokkinum ikki er rætt. Eg skal tí grundgeva fyri mínum páhaldi.

Eftir grein 9.1, stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap verður ásett, at landsstýrismaðurin kann gera reglur um fiskidagaskipanina ella kvotuskipanina á føroysku landleiðunum, har hesi ikki eru býtt út til ávísar skipabólkar. Tað merkir, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sera víðar heimildir at luta út tilfeingið úr sjónum.

Sambært aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum, Rógva Reinert, í Degi & Viku 15. apríl 2013, lutar landsstýrismaðurin á leið helvtina av øllum virðunum út við heimild í kunngerð. Og her er talan um milliardavirði. Eitt nú kunnu nevnast kvoturnar í Eystur- og vesturgrønlandi, í Irmingarhavinum, við Svalbard og ikki minst, nýggju makrelkvoturnar í føroyskum sjógvi.

Landsstýrismaðurin hevur eisini nýtt sínar heimildir. Til ber at nevna, at lutfallið í býtinum av makrelkvotuni er broytt, kyrrahavsloyvir hava givið atgongd til makrel í Føroyum, og í 2013 lat landsstýrismaðurin aðrar aktørar sleppa at fiska kvotuna á Flemish Cap.

Víðu heimildirnar hjá landsstýrismanninum hava verið fyri nógvum atfinningum. Bæði frá politisku skipanini og frá serfrøðingum. Somuleiðis hava Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir funnist at vantandi gjøgnumskygninum í hesi skipan.

Løgtingsins Umboðsmaður gav eisini Fiskimálaráðnum eina álvarsliga átalu fyri, hvussu makrelbýtið í 2012 var handfarið og viðgjørt. Umboðsmaðurin skrivar m.a., at nógv bendir á, at viðgerðin av kvotabýtinum einans hevur verið politisk og ikki er farin fram eftir vanligum fyrisitingarrættarligum meginreglum. Av tí at einki notat er skrivað frá fundarvirkseminum hjá politiska ???Makrelbólkinum???, kann umboðsmaðurin ikki siga, um býtið til ymisku skipabólkarnar er grundað á saklig og viðkomandi atlit.

Innslagið um fiskivinnuna tekur støðið í nevndu upplýsingum. Tí vil eg staðiliga afturvísa, at Kringvarp Føroya í valmagasini manipulerar um Fólkaflokkin. Innslagið byggir á eina væl grundaða upplýsing av málinum.

Rætt er tað, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum einki hevði ímóti at úttala seg, um hesi viðurskifti, men so skuldi tað vera beinleiðis og óredigerað. Men landsstýrismaðurin vildi hvørki svara munnliga ella skrivliga, um hann ikki slapp beinleiðis í sjónvarpsstovuna.

Kringvarp Føroya kann á ongan hátt góðtaka, at roynt verður at gera seg inn á okkara redaksjonella frælsið. Og tí eftirlíka vit ikki tílíkum kravi.

Dia Midjord.

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder