Eysturoyar fólkafloksfelag hevði í síðstu viku seinasta uppstillingarfundin til løgtingsvalið. Á endaliga listanum hjá lokalfelagnum í Eysturoynni eru átta nøvn:
Jógvan á Lakjuni, Joen Magnus Rasmussen, Rodmundur Nielsen, Jákup Martin Kjeld, Jens Kristian Rasmussen, Mariann Poulsen Garðalíð, Michael Dalbø, Tummas Larsen.
Jógvan á Lakjuni hevur sitið á tingi frá 1998-2015. Jógvan hevur í farna valskeiðið verið løgtingsformaður.
Joen Magnus Rasmussen hevur sitið á tingi frá 2011-2015. Umframt hetta hevur hann verið bygdaráðslimur í Leirvíkar Kommunu frá 2000-2008 og býráðslimur í Eystur Kommunu frá 2008-2012. Joen Magnus er vinnurekandi.
Rodmundur Nielsen hevur sitið á tingi frá 2011-2015. Rodmundur hevur verið Borgarstjóri í Runavíkar Kommunu frá 2000-2006 og er í dag vinnurekandi.
Jákup Martin Kjeld er nýggjur á listanum og er til dagliga vinnurekandi.
Jens Kristian Rasmussen situr í bygdaráðnum í Sjóvar Kommunu og er til dagliga leiðari á Vaðhorn.
Michael Dalbø, Tummas Larsen eru báðir nýggir á listanum
Eysturoyar Fólkafloksfelag???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald