Báðir flokkar,ið eru umboðaðir á Fólkatingið í dag, liva eina tilveru leysir frá teirra líkum í Føroyum. Sambandsflokkurin á Fólkatingi og Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hava átikið sær eitt leyst tilknýti til teirra líkar í Føroyum, tí tað fyrikemur klárt, at har eru innanhýsis ósemjur, ið av og á krevja, at partarnir skulu kunna skiljast at.
Sambandflokkurin í Danmark hevur ofta nýtt høvi atharta síni partafólk í Føroyum, meðan Javnaðarflokkurin í Danmark ikki er samdur við síni partafólk í Føroyum viðvíkjandi ES málinum.
Eitt umboð fyri Fólkaflokkin á Fólkatingi vil altíð draga somu linju sum Fólkaflokkurin í Løgtinginum. Einamest tí vit vilja bert blanda okkum í mál, ið hava ávirkan á Føroyar á ein ella annan hátt. Tí er ein ósemja millum umboðini á Fólkatingi og í Løgtinginum skaðilig fyri tey úrslit, ið kunnu skapast, Føroyum at frama.
Ein kann nýta brúkta dømið um ES. Har sigur Fólkaflokkurin, at vit vilja ikki uppí ES, men ynskja økt samstarv og eina betri semju um marknaðaratgongd. Vit arbeiða ikki fram ímóti at gera hjálandið Føroyar eitt limaland í ES, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi ger. Ei heldur skíra vit ES sum nakað fantastiskt, eins og Javnaðarflokkurin á Fólkatingið ger.
Umboðið hjá Fólkaflokkinum vil arbeiða saman við avvarandi pørtum fram ímóti eini endurskoðan av samstarvi Føroya við ES og tryggja okkum teir fyrimunir, ið vit kunnu fáa, tó uttan at blíva eitt limaland.
Hetta skal á ongan hátt skiljast sum nakað, ið vit halda bert skal avgreiðast. Hart arbeiði og vilji skulu til, men við eini Fólkafloksumboðan kunnu øll kenna seg trygg í, at øll orkan verður løgd í at skapa tey røttu úrslitini. Tað hevur Fólkaflokkurin prógvað tey seinastu árini.
Lat okkum øll samlast um eitt sterkt Fólkafloksumboð til valið 18. juni.
Sólvit E. Nolsø
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald