Politikkur

Fólkaatkvøðu um rúsdrekka í handlarnar

...

2015-03-16 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Alt ov nógv týðandi mál blíva viðgjørd púra uttan samband við veruleikan og vanliga føroyingin. Í stórum og týðandi málum eigur politiska skipanin í størri mun at lata fólk fáa møguleikan at velja sjálvi, hvat gerast skal og ikki. Lættasti mátin at gera hetta, er at hava bindandi fólkaatkvøður um stór mál.

Í Føroyum hava vit fólkaræði, og hetta merkir, at tað ikki eru útvaldir bólkar ella persónar, sum gera av, hvussu samfelagið verður skipað. Tað gera tú og eg ??? vanliga fólkið.

Tíverri, so hava vit sæð eina keðiliga útvikling seinastu árini. Stór politisk mál, sum hava stóran týdning fyri fólk, verða í størri og størri mun avgreidd inni í politisku skipanin, og eru tað sostatt 33 fólk, ið einsamøll sita við endaligu avgerðini, tá ið tað kemur til stykkis.

Hetta hevur sjálvandi sínar fyrimunir, tí at tað eru langt frá allir føroyingar, ið hava tíð til og áhuga fyri poltikki, og tí hava vit eina skipan, har vit velja fólk, vit eru samd við, at taka avgerðir fyri okkum. Men hetta hevur eisini vansar við sær, tí at vit eru sjálvandi ongantíð heilt samd við persóninum, vit velja, og so vita vit eisini, at persónurin, vit velja, fer at gera semjur við onnur tingfólk og aðrar flokkar um ymisk mál.

Og tað vísir seg, at júst hesar semjur eru torførar at gera. Politiska skipanin vísir seg ferð eftir ferð at vera sera óeffektiv, og í málum, har fólk hava greiðar og deildar meiningar, so tora politikarar alt ov ofta als ikki at gera nakað sum helst ??? og tá okkara politikarar ikki tora at gera nakað við eitt mál, so eiga teir at lata Føroya fólk loysa málið fyri seg. Fólkið er hóast alt arbeiðsgevarin hjá politisku skipanini ??? eisini hóast summir politikarar tíverri ikki vilja viðganga tað.

Tí haldi eg, at tað ber til at argumentera fyri, at hóast vit velja fólk at umboða okkum í politisku skipanini, so eiga vit eisini at hava meiri beinleiðis ávirkan í summum førum ??? serliga, tá ið stór og týðandi mál eru uppi at venda.

Hví taka vit ikki stórar og týðandi spurningar ??? t.d. spurningin um borgarliga vígslu til samkynd og spurningin, um Føroyar skulu loysa frá Danmark ??? og leggja teir út til fólkið at avgera? Hetta hevði loyst risastórar knútar í føroyskum politikki, og loyvt politisku skipanini at arbeitt skjótari og betri, tí at tingfólkini ikki longur vórðu noydd at dansa rundan um ymisk eldfim mál.

Eg veit, at tað er nógv fólk, sum hava greiðar meiningar um sølu av rúsdrekka, og eg skilji ótrúliga væl argumentini hjá bæði teimum, ið vilja varðveita verandi skipan við einkarsølu, og hjá teimum, ið vilja gera tað lættari hjá føroyinginum at fáa hendur á rúsdrekka.

Tí haldi eg eisini, at tað rættasta er, at allir føroyingar fáa møguleikan at taka støðu til málið á eini fólkaatkvøðu.

Skal Føroya fólk hava álit á politisku skipanini, so krevst eisini, at politiska skipanin hevur álit á fólkinum.

Tór Marni Weihe, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder