Tilvalsskipan um danska ES-rættarfyrivarni kann hava við sær manglandi lóggávu í Føroyum.
3. desember verður fólkaatkvøða í Danmark um at umskipa danska ES-rættarfyrivarnið til eina tilvalsskipan, har Fólkatingið leypandi kann samtykkja, hvørji øki innan ES-rættarsamstarvið, Danmark vil vera við í. Føroyar eru ikki limir í ES, men ein slík broyting í rættarfyrivarninum kann hava ávirkan í Føroyum.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett nakrar spurningar um avleiðingarnar fyri Føroyar, um danir velja eina tilvalsskipan. Danski løgmálaráðharran sigur í svari til fólkatingsmannin, at ein slík tilvalsskipan kann hava við sær at ein donsk lóg verður sett úr gildi - tískil kann verða tørvur á at tryggja at rættarstøðan í Føroyum ikki verður ávirka av hesum. Føroyar kunnu eisini ??? so vítt tað er í tráð við heimastýrislógina ??? yvirtaka málsøkið. Men hetta er ikki krav, bert ein møguleiki.
Les svarini her:
http://www.ft.dk/samling/20142/almdel/f%C3%A6u/spm/3/svar/1268581/1553357.pdf
http://www.ft.dk/samling/20141/almdel/f%C3%A6u/spm/1/svar/1174674/1424841.pdf
Meiri upplýsingar um rættarfyrivarni:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald