Politikkur

Fólkaatkvøða um nýggjan samríkjasáttmála

...

2015-08-14 18:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðin er komin til, at sjálvstýrisgongdin verður raðfest!

Heimastýrislógin er ótíðarhóskandi fyri Føroyar og samstarvið við Danmark. Heimastýrislógin er farin um pensjónsaldurin og skal nú pensjonerast, og ein nýggj tíðarhóskandi skipan má taka við.

So skjótt nýggj stjórn er skipað, eiga Føroyar at taka upp samráðingar við Danmark um ???frælsan felagsskap???, á enskum ???free association???, millum Føroyar og Danmark. Ein felagsskap millum tvey sjálvstøðug lond, har samráðingarúrslitið, ein samríkjalóg, skal leggjast til fólkaatkvøðu.

Í sáttmálanum um frælsan felagskap skal staðfestast, at Føroyar og Danmark eru fræls og sjálvstøðug suveren lond við felags kongshúsi, bundin av innihaldinum í sáttmálanum, har føroyskir og danskir statsborgarar hava somu rættindi og skyldur í londunum báðum, og har Hægstirættur er felags í samríkinum til Løgtingið ger av at stovnseta evsta dómstól í Føroyum.

Hareftir skulu Føroyar gerast sjálvstøðugur limur í Sameindu Tjóðum (ST) sum suverenur statur, og hava frælsi til at gera sjálvstøðugar sáttmálar við øll lond og felagskapir.

Føroyar skulu eisini eftir eini nærri ætlan yvirtaka øll málsøkini, ið eru nevnd í yvirtøkulógini.

Eg eri greiður yvir, at ein ætlan, sum henda, møguliga ikki er nóg víðgongd fyri summi, meðan hon fyri onnur er ov víðgongd. Fyri meg er tó týdningarmest, at vit finna eina samríkjaskipan, sum ein meiriluti av Føroya fólki fer at taka undir við, og sum danir fáast at ganga við til. Henda ætlan skipar londini bæði í ein felagskap líknandi bretska Commonwealth, og fer eitt lítið vet longur enn skipanin, sum Ísland fekk í 1918. Mest umráðandi er, at skipanin røkkur so langt, at hon loyvir Føroyum sjálvstøðugan limaskap í ST.

Skal henda ætlan bera á mál er alneyðugt, at vit hava tamarhald á føroyska búskapinum, tí politiskt sjálvræði kann einans røkkast við búskarligum sjálvbjargni.

Janus Rein

Løgtingsmaður og valevni fyri Fólkaflokkin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder