2019-08-15 19:24

Um hálvgum trý tíðina í dag fingu miðvingar og sandavágsingar ein ordans hvøkk, tá ið skotið varð í grótbrotinum á Prestlandi í Miðvági.
Fólk komu ræslusligin stunandi út í tún, tey vistu hvørki út ella inn, húsini skulvu og alt inni skalv eisini.
Hví skotið var so ógvusligt vita vit ikki, men har ruggaði ikki alt rætt.
Sum sæst á myndini, so endaði nógv grót úti á hálvum vágnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald