2018-06-13 14:53
Tíðin er komin at útvega øllum borgarum í høvuðsstaðnum eitt borgarakort, sum gevur teimum serstakan rætt til tænastur hjá Tórshavnar kommunu framum t.d. ferðafólk. Kortið skal m.a. kunna brúkast til ókeypis bussleiðina, bókasøvn og svimjihøllina
Eitt borgarakort kann vera eitt hent amboð bæði hjá kommunalu umsitingini og einastaka borgaranum, sum skal hava síni serstøku rættindi í høvuðsstaðnum, sama hvussu vit annars skipa viðurskiftini hjá ferðafólkum í Tórshavnar kommunu.
Býbussarnir, sum í hesum tíðum eru fyltir við ferðafólkum, ið koyra ókeypis, eru dømi um, at borgararnir verða settir til viks, tí vitjandi í høvuðsstaðnum koyra gratis buss um alla Havnina. Her havi eg hug at gera mun á borgarum og ferðafólkum, tí ókeypis bussleiðin er fyrst og fremst ætlað at lætta um hjá borgarunum í høvuðsstaðnum í strævna gerandisdegnum, umframt at bussleiðin eisini er ætlað at eggja fólki til at brúka bilin minni.
Tað hevði verið rættast, at ferðafólk rindaðu ferðaseðil í býbussunum, meðan borgararnir í Tórshavnar kommunu vístu fram eitt borgarkort, sum gav teimum rætt til ókeypis busskoyring. ??keypis bussleiðin er eisini ein órímiligur kappingarneyti hjá hýruvognunum í høvuðsstaðnum, tí ferðafólk velja heldur at koyra gratis buss enn at leiga hýruvognar.
Allar tænastur hjá kommununi kundu so ella so verið knýttar upp í borgarakortið, uttan mun til um talan er um ókeypis tænastur ella tænastur, sum kosta. Klippikortini í svimjihylinum, sum vit rinda fyri, kundu verið gjørd elektronisk sum partur av borgarakortinum, og lánikortið á bókasavninum kundi eisini verið bygt inn í borgarakortið.
Talan er um eitt hent amboð, har bara hugflogið setir markið fyri, hvussu vit brúka tað.
Bogi Andreasen, fólkaflokkurin
býráðslimur og form. í Vinnunevndini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald