Politikkur

Fólk hava fingið nokk av integratión, innflytarum og politiskari korrektheit

...

2015-01-29 04:10 Author image
placeholder

Síðan syndarligu terroratsóknina í París hava miðlarnir sett sjóneykuna á innflytarar og integratiónspolikk, tí tað vísir seg, at alsamt fleiri muslimar gerast radikalir islamistar. Serfrøðingarnir spyrja, hvussu tað ber til? Hvar byrjaði radikaliseringin? Nær gjørdust muslimarnir víðgongdir jihadistar?

Tjóðskaparflokkarnir vinna frama

Tað finst valla nakað einfalt svar, men eingin ivi er um, at borgararnir kring Evropa hava fingið nóg mikið av miseydnaða integratiónspolitikkinum. Tað hevur einki við terrorálopið á Charlie Hebdo, sum tó hevur styrkt nógv um trúnna, at gera, men symptomiini sóust á valinum til evropeiska parlamentið í mai 2014. Tá vunnu teir sokallaðu víðgongdu tjóðskaparflokkarnir valið. Í Danmark fekk danski fólkaflokkurin meir enn 25% av atkvøðunum, meðan franski tjóðskaparflokkurin National Front fekk flestar atkvøður. Í Bretlandi vunnu UKIP. Tað, sum flokkarnir hava til felags, er, at teir eru ímóti ekspansivum integratiónspolikki. Serliga eru flokkarnir ímóti stóru innrásini av muslimum og aggressiva integratiónspolitikkinum hjá ES, har sjálvstøðugu tjóðirnar verða tvingaðar at geva byrokratunum í Brússel størri part av sínum suvereniteti. Har ímillum uttanríkispolitikkin. Og er tað nakar, ið kennir sviðan av gelda uttanríkispolitikkinum, eru tað vit í Føroyum, tí vit kendu á okkara egna kroppi, hvussu impotentir donsku myndugleikarnir vóru, tá lobbyistarnir í ES bannaðu føroyskum útflutningi. Tað má vera fyrstu ferð í søguni, at eitt sjálvstøðugt ríki hevur sett handilsbann móti einum parti av sama ríki! Men Danmark hevði einki val, tí teir máttu fylgja boðunum úr Brússel.

Sama er galdandi fyri innflytarar

Trupulleikin við integratiónspolitikkinum er ikki bert galdandi fyri eitt suverent Evropa, sum nógv bendir á, at ES strembar eftir, men hava limalondini hvør í sínum lagi trupulleikar við at integrera nógvu innflytararnar. Ella rættari sagt: trupulleikar við nógvu innflytarunum, ið floymdu inn í norðara partin av Evropa í sjeyti-, átta-, og nítí- árunum. Í Jyllands-Postinum hósdagin 22. januar grundgevur Bent Jensen, professari, í greinini ???Europas Undergang ??? tallenes tale??? fyri, hví Evropa, sum vit kenna tað, fer til grundar.

???»Vore forældre og bedsteforældre og talrige generationer før dem skabte disse enestående frie, velordnede og velstående samfund. Men din og min generation har sat alt over styr. Og skaden, vi har forvoldt, er irreversibel, som samfundsforskerne siger. Vi har passeret det punkt, hvor afviklingen af Europas nationer kunne vendes. Nu kan vi blot beskrive og forsøge at forklare, hvordan og hvorfor bare én generation af europæere bar sig ad med at formøble 1.000 års kultur.???

Endurgevingin skal takast við einum fyrivarni, tí søgufrøðingar hava áður spátt um undirgang og Armageddon, har serliga Fukuyama var kendur fyri bókina ???Historiens afslutning og det sidste menneske,??? men tað er eingin ivi, at Evropa stendur fyri stórum avbjóðingum.

Fólkaminking

Talið av muslimum búsitandi í Evropa veksur við rúkandi ferð, meðan talið av evropearum annaðhvørt stendur í stað ella fellur. Besta dømi er Týskland, har burðaravlopið per týska kvinnu er minkandi, tí alsamt fleiri kvinnur vilja ikki hava børn, meðan talið av muslimskum børnum er vaksandi. Sambært greinini hjá Bent Jensen kemur talið av turkum í Týsklandi at tvífaldast í 2020.

???Ifølge FN- og EU-prognoser vil Tysklands nuværende befolkning på godt 80 millioner skrumpe til kun godt 60 millioner i 2050, og heraf vil tyrkerne og andre muslimer udgøre en stadigt stigende andel, indtil de udgør flertallet før århundredskiftet. Italien vil skrumpe med 20 millioner til 37 millioner og Spanien med 10 millioner til kun 28 millioner. I de østeuropæiske lande inklusive Rusland og Ukraine ser det endnu værre ud.???

Av tí at evropeiski burðartýttleikin ikki stendur í mát við muslimska, sigur tað seg sjálvt, at tað verður ein spurningur um tíð, áðrenn muslimska fólkatalið verður størri enn tað evropeiska. Hvørt tað eru tíggju, tjúgu ella hundrað ár, er ómøguligt at spáa um, men við verandi gongd verður tað bert ein spurningur um tíð.

Fólkaræði og vælferð

Tað kemur at krevja nógv av okkara demokratisku skipanum, tí vit mugu ikki gloyma, at muslimar eru uppvaksnir við øðrum fortreytum enn evropearar. Teir eru vanir við kúgan, korruptión og einaræðisharrum. Teir hava ikki stórvegis virðing fyri menniskjarættindum, kvinnum ella rættarsamfelagnum. Men teir hava eins og aðrir evropearar atkvøðurætt. Tískil hava muslimar longu í dag stóra ávirkan á politisku skipanirnar, tí veljaraskarin er stórur, men nógv bendir á, at muslimar koma at hava uppaftur størri ávirkan í framtíðini, tí veljaraskarin veksur samansvarandi við øktu muslimsku populatiónini. Tað kemur at seta stórt trýst á okkara vælferðarsamfeløg, tí tað verður av nógvum muslimum mett sum eitt Paradís. Við ekspansiva integratiónspolitikkinum fáa hesi fólkini, ið ikki eru von við at fáa nakað frá myndugleikanum annars, atgongd til bæði dagpengar, almenna forsorg og ókeypis læknahjálp. Og tað kemur oftari enn so fyri, at fjølmiðlarnir koma við søgum um familjur, ið hvørki hava arbeiði ella duga danskt, men sum fáa pengar frá almenna kassanum. Tað kemur at seta uppaftur størri trýst á vælferðartænasturnar ??? og tað kemur at ganga út yvir skattin, tí hann má økjast, um vælferðartænasturnar skulu varðveitast.

Muslimarnir hava pengar

Evropa hevur ikki bara trupulleikar við vaksandi tali av muslimum, tí størsta avbjóðingin fyri Evropa í løtuni er stagnerandi búskapurin og stóra skuldin. Okkara vælferðartænastur kosta nógvar pengar, ja, tær kosta so mikið nógv, at vit klára ikki at framleiða meir, enn vit brúka. Tí hava flestu tjóðirnar stórt undirskot á fíggjarlógunum. Her ímillum Danmark, har undirskotið á fíggjarlógini var meiri enn 100 milliardir kr. Harumframt skulu stóru tjóðirnar, ið stríðast við metstórum undirskotum, gjalda fyri skuldarbundnu tjóðirnar í Suðurevropa: Italia, Spania, Grikkaland og Portugal v.m. Tað, sum eyðkennir serliga Italia og Grikkaland, er, at tær líða undir korruptión og veikum institutiónum. Tí hevur tað so ómetaliga stóran týdning, at evropeiski búskapurin fótar sær aftur, tí undirskotini skulu typpast. Tey kunnu ikki vaksa í ta óendaliga, tí fyrr ella seinni skulu rokningarnar gjaldast. Tað er akkurát tað, sum ger muslimarnar so vandamiklar, tí teir sita við øllum pengunum. Og teir eru ikki bangnir fyri at vísa tað.

Fly Emirates, Etihad ella Qatar Airways

Hygg bara eftir toppinum av øllum ítróttargreinunum í heiminum! Hvør er høvuðssponsorur hjá Real Madrid, Arsenal, AC. Milan og Paris Saint Germain? Fly Emirates (rularin í Dubai).

Hví? Tí teir seta seg á størstu flogruturnar í Evropa: Madrid, London, Milano og París.

Hvar verður HM í fótbólti í 2022. Qatar. Hvar er HM í hondbólti? Qatar. Hvør vinnur hestaríðingina í Onglandi? Hesturin hjá rularanum í Dubai.

Hetta er bara fyri at nevna nøkur dømi, men um tit geva tykkum far um tað, gerast teknini sjónligari og sjónligari: Hesir einaræðisharrar, ið seta seg á alt, eru muslimar!

Politisk korrekheit er ókorrekt

Politikkur er seinastu nógvu árini vorðin so mikið korrektur, at evropeisku samfeløgini hava gjørt alt fyri ikki at stoyta muslimar og aðrar samfelagsbólkar. Tað hava verið nógv dømi, har vanligar siðvenjur vera broyttar, tí tær á ein ella annan hátt stoyta ávísar samfelagsbólkar. Í Hollandi verður Sinterklass hildin 6. desember, har Sinterklass er ein myrklittur maður, ið býtir gávur út. Siðvenjan hevur verið í øldir, men nú er ætlanin at broyta tað, tí Sinterklass ger seg inná ein samfelagsbólk. Sama kann sigast um bókina hjá Astrid Lindgren, har Pippi Langstrømpe hittir nekarakongin ??? tað verður broytt. Tí skuldi tað ikki undra meg, at politiska korrekheitin fyrr ella seinni ætlar at beina fyri jødakakum og nekarakyssum, tí orðini eru stoytandi. Men tað hevur tó eydnast politisku korrektheitini at steðga øllum kjaki um integratión og innflytarum, tí um tú ikki ert samdur við teimum, verður tú skírdur fyri at vera rasist. ??tolerantur. Ella fremmandahatari. Soleiðis setur politiska korrekheitin fjøldina í bás. Annaðhvørt vil tú innflytarum væl, ella ert tú fremmandahatari. Ert tolerantur ella intolerantur. Annaðhvørt brúkar tú vit og skil, ella ert tú ???blindaður av ógrundaðum fordómum og ótta, sum einki hald hava í veruleikanum,??? sum Elin B. Heinesen skrivaði á Facebook. Hendan politiska korrekheitin hevur birt undir fleiri fólkarørslur m.a. Pegida, har fólk gera vart við, at tey hava fingið nokk. Tey hava ikki hug at liva undir teimum fortreyum, sum innflytarar áleggja teimum. Hava ikki hug at laga sítt samfelagið eftir teimum, sum koma uttanífrá. Tey hava fingið nokk av integratión, innflytarum og politiskari korrekheit.

Tey vilja hava sítt samfelag aftur.

Hanus Samró

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder