2016-03-05 09:01
Flogbóltskappingin hjá teimum yngru liðunum nærkast nú endanum. Hetta vikuskiftið er stór kapping í hallum í havn, har omanfyri 400 børn børn fara at royna seg í seinastu kappingini hetta kappingararið. Hjá teimum 12 ára gomlu og unglingunum er talan um seinasta vørrin, áðrenn sjálvar FM-finalurnar, sum verða í høllini í Trongisvági vikuskiftið 11. og 12. mars.
Í høllini á Hálsi verður meðan kappingin er eisini skipað fyri grannakaffi, har øll flogbóltssáhugað og onnur, sum kanska ikki eru tað enn, eru væl komin.
Hálvfinalur í gentum 14 og 16:
Í Kollafirði eru hálvfinalur hjá Gentum 14 og 16. Nr. 1 og 2 í innleiðandi bólkunum bresta nú saman, og hjá gentum 14 verða finalurnar hesar:
SÍ - KÍF
TB - Fleyr a
SÍ og TB hava vunnið hvør sín bólk, og hava ikki tapt nakran dyst á vegnum, so tey bæði liðini mugu metast at vera bestu boðini til eina finalu í Trongisvági.
Hjá gentum 16 eru eisini hálvfinalur á skránni. Har eru dystirnir:
SÍ - Fleyr a
TB - Mjlønir a
Aftur her eru tveir greiðir favorittar, tí bæði SÍ og TB hava ígjøgnum kappingarárið staðið seg nógv best.
Hálvfinalurnar eru í Ítróttahøllini í Kollafirði, og gentur 14 spæla kl. 9.30 og gentur 16 kl. 13.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald