Ítróttur

FM-kappingardagurin fyri yngru leikararnar eydnaðist væl

...

2016-04-11 13:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Síðsta vikuskifti var stóri finaludagurin, har bestu badmintonleikararnir í meistarabólkinum kappaðust um heitið sum føroyameistari í sínum bólki. Hetta vikuskifti kappast teir yngru badmintonleikararnir um føroyameistaraheitini. Leygardagin og sunnudagin bleiv á Giljanesi soleiðis skipað fyri FM í einmansleiki fyri yngru aldursbólkarnar ??? U9, U11, U13, U15 og U17. Leikarar frá Havnar Badmintonfelag vunnu 11 av teimum 39 heiðursmerkjunum í FM, sostatt vunnu feløgini uttan fyri høvuðsstaðin meira enn tveir triðingar av heiðursmerkjunum. Hetta er eitt greitt tekin um, at badmintonvenjingin er í menning kring alt landið.
Foreldur, vinfólk og onnur møttu trúliga upp á Giljanesi at eggja teimum ungu leikarunum at gera sítt ítarsta fyri at enda ovast á heiðursskamlinum. Kappingin eydnaðist væl, har tíðarætlanin helt.

Seinni kappingardagurin í FM hjá teimum yngru eisini góður

Niðanfyri eru øll tey, sum hava vunnið heiðursmerkir í FM-kappingini um vikuskiftið

U9 Gentur
Ranja Joensen (KBF) vann gull, Eva Jacobsen (KBF) vann silvur, meðan Julianna í Heiðunum (HBF) og Eyð Lamhauge Debess (HBF) vunnu bronsu.

U9 Dreingir
Jósef ??lavsson (ÍF) vann gull, Bogi á Reynatrøð (ÍF) vann silvur, meðan Kristoffur Samuelsen (HBF) og Alexander Ellefsen (HBF) vunnu bronsu.

U11 Gentur
Oddbjørg í Buð Justinussen (KBF) vann gull, Rakul Sørensen (ÍF) silvur, meðan Fríða Magnussen (ÍF) og Miriam Hávarsá (KBF) vunnu bronsu.

U11 Dreingir
Nóa Eyðsteinsson (MBF) vann gull, Jósef Dánialson (MBF) vann silvur, meðan Leivur Joensen (KBF) og Asbjørn Heide Olsen (HBF) vunnu bronsu.

U13 Gentur
Adhya Nandy (HBF) vann gull, Miriam í Grótinum (HBF) silvur, meðan Ingibjørg Múller (KBF) og Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF) vunnu bronsu

U13 Dreingir
Hans Eltør (KBF) vann gull, Silas Jacobsen (KBF) silvur, meðan Eli Joensen (KBF) og Rani Hofgaard Ákason (VÍF) deildu vunnu bronsu

U15 Gentur
Mona Rasmusdóttir (ÍF) vann gull, Jensa Torolvsdóttir (ÍF) silvur, meðan Lena Maria Joensen (KBF) og Sissal Thomsen (HBF) vunnu bronsu

U15 Dreingir
Jónas Djurhuus (HBF) vann gull, Ari Nandi (MBF) silvur, meðan Rúni ??ster (HBF) og Árant á Mýruni (MBF) vunnu bronsu

U17 Gentur
Jóhanna Osberg Højsted (KBF) vann gull, Femju Jacobsen (KBF) silvur, meðan Anna Absalonsen (KBF) og Julia Carlsson (HBF) vann bronsu.

U17 Dreingir
Dann Fróðason (MBF) vann gull, Bárður á Reynatrøð (ÍF) silvur, meðan Petur Absalonsen (KBF) vann bronsu.

Góða undirtøkan millum yngstu leikararnar lovar gott fyri framtíðina hjá badminton í Føroyum. ??ll U9-leikararnir í FM fingu eitt gullheiðursmerki latið av Tryggingini.
























Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder