
Starvsfólkið í Høllini á Hálsi hevur longu gjørt høllina klára til FM brakið í kvøld, tá fyrsta umfar av flogbóltsfinalunum verður leikt.
Fyrsti dysturin byrjar klokkan 18,00 millum kvinnuliðini hjá Fleyr og KÍF. Í landskappingini hava liðini í ár leikt 3 dystir sínamillum, og av teimum hevur Fleyr vunnið tveir 3-0 og ein 3-1.
Seinni dysturin í kvøld verður ímillum ÍF og Mjølnir og byrjar hesin klokkan 20,00. Liðini hava í landskappingini leikt heilar 6 dystir ímóti hvørjum øðrum, harav ÍF hevur vunnið teir 4, meðan Mjølnir hevur vunnið 2. Fýra av dystunum eru endaðir 3-0, meðan tveir eru endaðir 3-1.
Dómarar í dystinum í kvøld verða Jan Hentze og Tummas ??li Mortensen.
Seinnu finalurnar verða leiktar leygardagin ??? eisini í Høllini á Hálsi.
Tá byrja kvinnuliðini klokkan 13,30, meðan mansfinalan verður klokkan 16,00.
Rás 2 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, meðan KVF stroymir allar dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald