Ítróttur

FM-finalur í Høllini á Hálsi

...

2016-03-24 10:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrru finalurnar í flogbólti verða leiktar í Høllini á Hálsi í dag.

Kl. 15 verður mansfinalan millum SÍ og Fleyr

kl. 17 verður kvinnufinalan millum Drátt og Fleyr.

FBF byrjar at stroyma klokkan 14.40.

Leinkjan til stroymingina er her:
http://kvf.fo/webservice/player/event-hd


Gylta settið

Flogbóltssambandið hevur í ár gjørt nýggjar leikreglur í sambandi við FM-finalurnar.

Undanfarin ár hevur verið leikt best av trimum finalum, men í ár verða bert tvør finalur leiktar ??? Skírhósdag og leygardagin 26. mars.

Vinna liðini hvør sín dyst ??? líka mikið um onnur finalan endar 3-1 og hin 3-0, so verður 10 minuttir eftir seinnu finaluna leikt eitt "Gylt sett". 

Spælt verður upp í 15, og minst tvey stig skulu vera á muni. Vinnarin av hesum settinum verður Føroyameistari.

Seinasta ár var kvinnufinalan millum Drátt og TB avgjød við trimum dystum, so møguleikarnir eru opnir fyri, at vit í ár koma at royna Gylta settið fyri fyrstu ferð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder