Ítróttur

FM-2016 fyri lið fyri ung í Badminton var í Klaksvík

...

2016-02-27 20:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KBF.FO skrivar:

20.februar var FM fyri lið hildin í Klaksvík, har KBF saman við BSF var vertir. Tað vóru 17 lið melda til, og er tað sama tal sum seinast. 

Tað vóru 6 lið í U11 og 6 lið í U13.  Her vóru 2 bólkar við trimum í hvørjum bólki.  Her komu nummar eitt og tvey víðari til hálvfinalurnar.  So fóru vinnarnir í finaluna og taparnir skuldu leika um bronsuna.  Liðini blivu deild upp, so ikki øll tey sterkastu endaðu í sama bólki.  Tað er vanligt til FM.

Hjá U15/17 vóru 5 lið melda til, og har leiktu øll liðini móti øllum.

??ll liðini møttu so kl 0840, og kl 0845 var fundir, har teir sum leiddu kappingina kunnaðu um kappingina og liðleiðarnir kundu seta spurningar. So var fari í gongd J 

Tilsamans skuldu 30 liðdystir leikast, við tilsamans 150 dystum. Høllin bleiv deild upp, so at U11 hevði bánar nummar 1-3, U15/17 bánar 4-7 og so U13 Bánar 8-10.  So blivu 2 Liðdystir settir í gongd á trimum bánum, og so tosaðu tey saman um bánarnar, tað vil siga 1,5 bána pr liðdyst.  U15/17 hevði tó 2 bánar í part, tí so var óneyðugt at deila ein liðdyst sundir í tvær hallir.  Hetta riggaði ómetaliga gott og bleiv kappingin liðugt sum vænta ella uml 30 seinni enn vænta.  Hetta eiga Liðleiðarnir stóra tøkk fyri, teir koyrdu kappingina sera gott og gjørdu eitt sera stórt arbeiði.  U11 var liðugt 45 min aðrenn, U15/17 til tíðina og so U13 uml 30 min seinni.  Høvdu vit fingið betri byrjan á, so var alt liðugt til tíðinaJ

Hjá teimun yngstu komu KBF1 og ÍF1 í eina halvfinalu og MBF og  HBF í hina. KBF1 vann sikkurt 5-0 á ÍF og MBF vann sikkurt 5-0 á HBF. Finalan var sostatt millum MBF og KBF1. Finalan gjørdist sera spennandi og endaði við, at MBF vann 3-2 og gjørdist føroyameistari í U11.   Plássi um bronsuna bleiv millum HBF og ÍF, tann liðdysturin bleiv eisini spennandi, og endaði hann við, at HBF vann bronsuna við einum 3-2 sigri.

?? U13 komu KBF1 og KBF2 í eina halvfinalu og HBFa og MBF í hina.  KBF1 vann 4-1 á KBF2 og HBFa vann sikkurt 5-0 á MBF í hinari.  Finalan kom so at standa millum KBF1 og HBFa.  Finalan gjørdist sera spennandi, har 3 dystir vóru 3 settarar. Endin gjørdist at HBF vann 4-1 og gjørdist føroyameistari í U13.  Bronsudysturin var millum KBF2 og MBF, hesin liðdystur gjørdist eisini javnur, sum MBF vann 3-2 og vann bronsuna.

Í U15/17 bleiv bara tann eini bólkurin, og komu øll at spæla móti øllum.  Her vóru tað tvey lið, sum høvdu fult stigatal til seinast umfarð. Tað vóru KBF1 og MBF, og tey hittust í seinasta umfarið.  Hetta gjørdist ein javnur liðdystur, sum MBF vann 3-2 og gjørdist føroyameistari. KBF1 vann silvur og bronsan fór til ÍF.

Sigast kann, at MBF fekk ein góðan dag við at vinna gull baði í U11 og í U15/17, og hartil  bronsu í U13.  Tað hilnaðist eisini hampuligt hjá KBF, sum kom í allar finalur og vann silvur í øllum aldursbólkum.

Hetta er ein hugnlig kapping, sum er góð fyri samanhaldi í feløgunum, og var stuttligt at síggja liðini halda saman, og heppa á sítt lið.  Hetta er eisini í trá við arbeiði hjá BSF við at senda okkara leikara út í heim til Liðkapping.  Avgjørt nakað, sum allir teir bestu leikararnir burdu tikið lut í J

Vit í KBF vilja takka fyri eina góða kapping, og vilja takka øllum sum komu til kappingina, øllum liðleiðarunum og annars øllum sum hjálptu so væl til J  Og hjártaliga tillukku til ??ll J

 

Klaksvíkr Badmintonfelag.

FM Lid Kappingarskrá.xlsx   Kappingarskrá samla ??rtslit

FM liðkapping U11 Kappingarskrá - Kopi.xlsx   Kappingarskrá U11 ??rslit við nøvnum

FM liðkapping U 13 Kappingarskrá - Kopi.xlsx   Kappingarskrá U13 ??rslit við nøvnum

FM liðkapping U15-17 Kappingarskrá.xlsx   Kappingarskrá U15/17 ??rslit við nøvnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder