Ítróttur

FM seinni dagur: 5 føroysk met í somu kapping

...

2015-08-31 18:33 Author image
placeholder

FIF.fo(Hallur Holm) skrivaði í gjár:

Í dag varð seinna hálva av FM avgreidd í vindinum á Tórsbreyt. Men hóast nógva síðuvindin hjá trístøkkarunum, hendi nakað heilt óvanligt í tí kappingini. Heilar fimm ferðir varð føroyska metið tikið í kvinnukappingini! Longu í allarfyrsta lopinum eydnaðist tað Ednu Mariu Debes at betra sítt egna met, men eftir hetta var tað Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum fullkomiliga stjól myndina. Edna Maria slapp nevnliga bert at njóta sítt níggja met eina pinkulítla løtu. Tí beint aftaná tók Margit metið frá henni og síðan betraði hon tað tríggjar ferðir afturat og endaði úti á 10,68 metrum. Áðrenn kappingin byrjaði var metið 9,88 metrar.

Margit Weihe Fríðmundsdóttir vann eisini 200 metrafinaluna í sera spennandi kapping, har Sára Debesardóttir leingi sá út til at vinna. 200 m hjá monnum gjørdist eisini spennandi, og her eydnaðist tað Teiti Bjarnastein at koppa Róa Holgarsson, sum annars vann trygt á 100 m í gjár.

Spjótkastkappinganar gjødurst eisini rættiliga sermerktar. Hjá kvinnunum setti Marita K. Petersen eitt gott persónligt met og kastaði longri enn kravið var til oyggjaleikirnar í 2015. Hjá monnunum var sterki Hanus Bergsson við, men hansara skaddi armur gjørdi, at hann kastaði vð skeivari hond, og vit skuldu tí hava ein nýggjan føroyameistara. Gamli methaldarin og fleirfaldi føroyameistarin Rógvi Højgaard var tí favorittur at vinna, men í allarsteinata kastinum fór Tróndur fram um Rógva og vann gullið.

Marita K. Petersen vann eisini kúluvarpskappigina, og vann sostatta allar fýra kastigreinarnar. Tveir menn komu upp um 11 metrar, og gullvinnari varð Hallur Simonsen við 11,65. sum eisini er besta føroyska úrslitið í ár.

??ll úrslitini frá seinna degnum eru at finna í .pdf á hesi leinkjuni:??rslit FM 2015 dagur 2

Myndir frá báðum kappingardøgunum eru á heimasíðuni hjá Hvirluni: www.hvirlan.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder