Ítróttur

FM og Føroya Cup í Trap 2017 hetta vikuskiftið

...

2017-09-01 16:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hetta vikuskifti, 2. og 3. Septembur 2017, verður FM í trap skotið. Kappingin verður skotin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla í Sandvíkum.


Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Í FM kappingini fara 6 teir fremstu skjúttarnir síðani í eina finalu, sum verður skotin sambært galdandi altjóða-reglunum. Fyrri kappingardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini í trap og í Føroya Cup kappingini í trap í ár.
Føroya Cup er ein kapping, ið hevur koyrt gjøgnum alt árið, og vinnarin er tann við besta úrslitið av trimum teimum bestu kappingunum í árinum lagt afturat úrslitinum á FM. Møguligt er at síggja støðuna av Føroya Cup áhttps://goo.gl/t8AkQB, og verður dagført tá fyrri dagur er av.


Føroya Cup kappingin er nýggj í føroyskari skjóting, og var fyrstu ferð skotin í 2016. Tá vann Alex Johannsen 194 + 62 dúgvum, nr. 2 gjørdist Finn Ludvig við 191 + 64 dúgvum og nr. 3 gjørdist Johnhard Klettheyggj við 187 + 67 dúgvum


Somuleiðis er FM-liðkappingin eisini ein kapping, ið hevur koyrt alt árið, og vinnarin verður funnin eftir fyrsta dagin av FM. Støðan á liðkappingini er at síggja áhttps://goo.gl/hVkbtL, og verður dagført tá fyrri dagur er av.


Sunnudagin verður vinnarin av FM vunnin. Í fjør vann Alex Johannesen, nr. 2 gjørdist Finn Ludvig, og nr. 3 Johnhard Klettheyggj. Møguligt er hjá øllum at fylgja við úrslitunum leypandi áhttps://goo.gl/XkJit5
??ll er sjálvandi vælkomin at hyggja.


Skrá fyri vikuskiftið: Leygardagin 2. Septembur Kl. 09:00 Byrja verður at skjóta Kl. 12:50 Føroya Cup og FM-liðkapping av


Sunnudagin 3. Septembur Kl. 13:00 Byrja verður at skjóta Kl. 15:30 Finaluskjóting Kl. 16:25 Heiðusmerkjahandan


Sí annars tíðarætlan og tilmelding áhttps://goo.gl/W5DGp1oghttps://goo.gl/ZNwZUz

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder