Ítróttur

FM og Føroya Cup í Skeet 2017 hetta vikuskiftið

...

2017-08-25 14:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hetta vikuskifti, 26. og 27. August 2017, verður FM í Skeet skotið. Fyrri dagurin verður skotin á breytini hjá Sunda Byrsufelag. Seinni dagurin verður skotin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla í Sandvíkum.


Skotið verður eftir 75 dúgvum leygardagin og 50 dúgvum sunnudagin. Í FM kappingini fara 6 teir fremstu skjúttarnir síðani í eina finalu, sum verður skotin sambært galdandi ISSF-reglunum.
Fyrri kappingardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini í skeet og í Føroya Cup kappingini í skeet í ár.

Føroya Cup er ein kapping, ið hevur koyrt gjøgnum alt árið, og vinnarin er tann við besta úrslitið av trimum teimum bestu kappingunum í árinum lagt afturat úrslitinum á FM.
Møguligt er at síggja støðuna av Føroya Cup áhttps://goo.gl/t8AkQB, og verður dagført tá fyrri dagur er av.

Føroya Cup kappingin er nýggj í føroyskari skjóting, og var fyrstu ferð skotin í 2016. Tá vann Marius F. Joensen við 209 + 71 dúgvum, nr. 2 gjørdist Sámal Debes við 200 + 67 dúgvum og nr. 3 gjørdist Tórur Fløtt við 200 + 65 dúgvum

Somuleiðis er FM-liðkappingin eisini ein kapping, ið hevur koyrt alt árið, og vinnarin verður funnin eftir fyrsta dagin av FM.
Støðan á liðkappingini er at síggja áhttps://goo.gl/hVkbtL, og verður dagført tá fyrri dagur er av.

Sunnudagin verður vinnarin av FM vunnin. Í fjør vann Jóannis Joensen, nr. 2 gjørdist Tórur Fløtt, og nr. 3 Marius F. Joensen.
Møguligt er hjá øllum at fylgja við úrslitunum leypandi áhttps://goo.gl/hvGTqx

??ll er sjálvandi vælkomin at hyggja.

Skrá fyri vikuskiftið:
Leygardagin 26. August
Kl. 09:00 Byrja verður at skjóta
Kl. 12:30 Føroya Cup og FM-liðkapping av

Sunnudagin 27. August
Kl. 13:00 Byrja verður at skjóta
Kl. 15:35 Finaluskjóting
Kl. 16:30 Heiðusmerkjahandan

Sí annars tíðarætlan og tilmelding áhttps://goo.gl/8g2jKmoghttps://goo.gl/vsCyoq

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder