Ítróttur

FM í súkkling er á skránni komandi dagarnar

...

2017-10-04 20:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Næstu tríggjar dagarnar verður kappast um FM í súkkling, í landavegsúkkling.

Vit fylgja leistinum frá Oyggjaleikum, og tað merkir at vit kappast í trimum ???greinum???. Vit fara at kappast um hvør gerst føroyameistari í:

·Býarsúkkling

·Einkultstarti

·Landavegsúkkling

Vit hava í ár avgjørt at leggja allar kappingar til eitt og sama vikuskifti, og tað merkir at vit koyra dag um dag. Vit byrja hósdagin 5. oktobur og vit enda leygardagin 7. oktobur.

Nevndin í TSF hevur eisini avgjørt at flyta seg út um Havnina. Vit byrja tó í Havnini, fyri síðan at flyta okkum niðan í fjøllini.

Landavegsúkklingin leygardagin verður í Eysturoynni, og har verður rutan Runt Agnið koyrd. Hesin teinur er góðar 10 kilometur til longdar, og Opin bólkur koyra hendan tein tíggju ferð, tvs. góðar 100 km.

FM í Býarkoyring

Fyrsta FM heitið, ið kappast verður um verður í morgin, hósdagin 5. oktobur. Tá verður kappast í Býarkoyring, og hendan kapping verður fyriskipað í hjartanum av Havnini. Startur og mál verða á Vaglinum, og so gongur leiðin annars niðan eftir Tinghúsvegnum, oman eftir Sverrisgøtu, oman eftir Tórsgøtu, niðan framvið Havnar Kirkju, og so oman á Áarvegin.

Í Býarkoyring verður koyrt í EIN tíma, so ringir ein klokka fyri seinasta umgangi.

FM í Býarkoyring byrjar kl. 18 í annaðkvøld.

FM í Einkultstarti

Einkultstarturin í ár verður ikki sum onnur ár. Vit hava tó koyrt partar av hesum teini áður, men ongantíð just hendan teinin. Teinurin verður stuttur, men verður so harafturímóti harður. Byrjað verður við Effostøðina í Kollafjarðadali, og so gongur leiðin allan vegin niðan á Sornfelli, har málið er. Teinurin er 10 km langur.

Teir sum eiga eina einkultstartssúkklu ynskja altíð at brúka hesa í einari einkultsstartskapping, men nokk ikki fríggjadagin. Her er ???bara??? ein brekka, men hinvegin ein long mótbrekka, og tað loysir seg tí betur at koyra á einari vanligari kappsúkklu.

Einkjultstarturin byrjar kl. 17. Og tað er fríggjadagin 6. oktobur.

FM í Landavegsúkkling

Leygarmorgunin 7. oktobur klokkan 11 verður kappast í landavegsúkkling. Ein spennandi teinur, har stóra avbjóðingin verður drúgva brekkan framvið Fríðrikskirkjuni. Tað er tungt at koyra brekkuna einaferð. Hon skal koyrast tíggju ferðir hjá teimum, ið luttaka í Opna bólkinum. Kvinnur, unglingar og motionistar koyra 70 km, tvs. sjey umfør.

Startur og mál verður við keiina á Toftum.

Kappingin byrjar kl. 11, og roknað verður við, at vinnarin kemur um mállinjuna umleið klokkan 14.30.

Tað er nokk ongin ivi í hvør er favorittur at gerast føroyameistari, og tað er nokk heldur ongin ivi í hvør verður trífaldur FM vinnari. Torkil Veyhe, ið koyrur í bestu deildini í Danmark er favorittur at vinna allar tríggjar kappingarnar. Ein annar sterkur súkklari er eisini við, og tað er føroya fremsti fjallasúkklari, Helgi W. Olsen. Hann verður eisini við, og allarhelst verður hann ein av teimum, ið kemur upp á sigurspallin at standa, við liðuna á Torkil, næstu dagarnar.

Einkultstartsrutan niðan á Sornfelli passar væl til ein súkklara sum Jan Hjaltalin Olsen, og tað ger rutan leygardagin eisini. Jan er sera sterkur í brekkunum, og tí er eisini hann ein kandidatur til eitt pláss á sigurspallinum.

Men vit byrja í morgin, hósdagin 5. oktobur klokkan 18. Løgreglan og Tórshavnar Kommuna hava kannað rutuna og hava givið TSF loyvið til at ???lukka??? býin meðan kappast verður!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder