JN

FM í Badminton fyri børn og ung á Giljanesi komandi vikuskifti

....

2015-04-16 12:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Komandi vikuskifti 18. og 19. mars verður FM-single í Badminton fyri børn og ung í Høllini á Giljanesi. Tað eru Miðvágs Badmintonfelag (MBF) og Badmintonsamband Føroya (BSF), sum skipa fyri kappingini.

Leikarar runt alt landið fyrireika seg hesa vikuna við teimum endaligu venjingunum fram til FM.

Tað eru 141 leikarar í aldursbólkunum U-9, U-11, U13, U-15 og U-17 tilmeldaðir.

Kappingin er ógvuliga jøvn í øllum aldursbólkum, og  onki er avgjørt fyrr enn síðsti bóltur liggur.

Undirtøkan fyri Badminton hevur veri sera góð seinastu árini, og hava nógvir nýggir leikarar í ár staðið við netið fyri fyrstu ferð, og víst sínar dygdir.

Fleiri av leikarnum, sum hava víst áræði og úrslit fáa góðar avbjóðingar ígjøgnum summari eisini. Nakrir veðra úttiknir til kapping í Danish Junior Open í Farum í Danmark. Eisini verður North Atlantic Camp í Narsaq í Grønlandi, við luttøku úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Sjálv GrandPrix kappingin er  liðug, og FM í double og FM fyri lið eru avgreidd. Sostatt er bert  FM-heitini í einmansleiki hjá børnum og ungum, sum skulu avgerðast afturat.

??ll áhugaði skulu vera hjartaliga vælkomin á Giljanes hesar báðar dagarnar. Vit verða væl uppvartaði við kaffi, the og góðum ábiti. Blíðskapurin plagar at vera stórur. Síggjast J

Síggjast kann á hesari leinkju nær leikarnir skulu spæla http://bsf.fo/fm-u9-u17-einmansleiki-1819-apr%c3%adl.aspx

 

Síggjast á Giljanesi J

BSF & MBF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder