Leygardagin 18. februar verður fyrsta FM-kapping í badminton hildin í Klaksvík. Tað er FM fyri lið hjá teimum ungu. 23 lið í aldursbólkunum U11, U13, U15 og U17/19 hava meldað til. Hetta er stór framgongd í mun til síðsta ár, tá ið 17 lið tóku lut.
41 liðdystir skulu spælast leygardagin ??? ein liðdystur er tveir dystir í einmansleiki menn, ein dystur einmansleikur kvinnur, ein dystur tvímansleikur menn og ein dystur í blandaðum tvímansleiki. Tilsamans verða 205 dystir spældir í badmintonhøllini leygardagin. Luttakandi feløgini í eru: HBF, KBF, MBF og ÍF.
???Enn einaferð kunnu vit staðfesta framgongd innan badminton. Við 23 tilmeldaðum liðum í ár, í mun til 17 í fjør, er talan um framgongd í øllum aldursbólkum, og tað er sera positivt???, sigur formaðurin í BSF Erik Engelbrecht Thomsen. ???Tað, sum er serliga positivt er, at vit síggja framgongd í breiddini. Eitt nú luttaka nøkur feløg við ikki minni enn 5 liðum í sama aldursbólki.???
FM fyri lið verður í Badmintonhøllini og KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin 18. februar. Byrjað verður kl. 09.00, og hildið verður áfram til síðsti dystur er leiktur.
Á myndini eru vinnararnir frá í fjør ??? FM 2016 fyri lið. MBF vann gull, KBF vann silvur og HBF vann bronsu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald