2015-03-27 02:36
Leygardagin verða fyrstu leikirnir fluttir í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar 2015.
Í ár er kappingin í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Telvað verður í landsliðsbólki, almennum bólki, unglingabólki og veteranbólki. Kappingin strekkir seg frá leygardegi 28. mars til leygardagin 4. apríl.
Havnar Telvingarfelag, sum skipar fyri í ár, hevði spent seg út til at fáa bestu telvararnar við í meistarabólkin, men tað eydnaðist ikki rættiliga. Av teimum fremstu tíggju á føroyska styrkilistanum, eru bara tríggir við í ársins meistarabólki. Helgi Dam Ziska, sum trónar omanfyri allar aðrar føroyskar telvarar, fekk ikki verið við, tí próvtøkuroynd í Skotlandi leggur meinbogar í vegin.
Aðrir av okkara fremstu tíggju telvarum eru staddir uttanlands, og hjá teimum hevur heldur ikki ligið fyri at koma heim at telva allar páskirnar.
Brøður eru favorittar
Í meistarabólkinum eru fimm fyrrverandi føroyameistarar. Teir teljast eisini millum favorittarnar í ár. Størstu favorittarnir eru helst brøðurnir úr Sandavági, Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen. Høgni vann í fjør. Tá var hann einans 16 ára gamal og yngsti føroyameistari nakrantíð. Harumframt útinti hann tað bragd at vinna kappingina við fullum stigatali. Tað er eindømi í FM-kappingini í talvi.
22 ára gamli Rógvi Egilstoft Nielsen segði eftir FM-kappingina í fjør, tá ið hann endaði nummar tvey, at hann ætlaði at taka meistaraheitið av aftur yngra beiggjanum í 2015. Nú fáa vit at síggja. Høgni hevur telvað ógvuliga væl og fingið góð úrslit seinasta árið. Heldur hann stásið við líka nú á páskum, verður hann ikki lættur at syfta.
Aðrir fara uttan iva at royna at bjóða sandavágsbrøðrunum av. Besta vónin hjá havnarmonnum, nú Helgi Dam Ziska ikki er við, man vera Martin Poulsen, sum hevur verið føroyameistari fýra ferðir. Eyðun Nolsøe og Hans Kristian Simonsen hava fyrr vunnið FM og kunnu gera seg galdandi, um væl liggur fyri, eisini hevur ??lavur Simonsen ligið framvið fleiri ferðir við góðum FM-úrslitum.
Meira er at síggja um FM-kappingina á heimasíðu Talvsambandsins -www.faroechess.com
Meira er at síggja um FM-kappingina á heimasíðu Talvsambandsins -www.faroechess.com
FM-bólkurin 2015
1. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2311
2. Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2276
3. Martin Poulsen, HT 2218
4. ??lavur Simonsen, KTF 2174
5. Eyðun Nolsøe, KTF 2164
6. Hans Kristian Simonsen, KT 2066
7. Finnbjørn Vang, KTF
8. Herluf Hansen, HT 1992
9. Heiðrikur T. Jacobsen, HT 1851
10. Andrias Danielsen, TT 1745
Styrkilistin
Nú stutt fyri árligu FM-kappingina kunngjørdi Talvsamband Føroya nýggjan, dagførdan styrkilista yvir teir, sum eru virknir í føroyskari telving. Yvirlitið vísir, at tað eru á leið 400 telvarar í Føroyum, sum hava luttikið í kappingum, ið Talvsamband Føroya skipar fyri.
Topp 10(400 í alt)
1. IM Helgi Dam Ziska, HT 2515
2. IM John Rødgård, VT 2327
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2311
4. Olaf Berg, HT 2294
5. Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2276
6. IM John Arni Nilssen, K 41 2253
7. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2246
8. Flóvin Tór Næs, HT 2229
9. Martin Poulsen, HT 2218
10. Rógvi W. Rasmussen, VT 2217
Flest FM-heiti
Telvað hevur verið um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar síðani 1938. Í fyrsta umfari varð telvað til 1956, so var íhald í nøkur ár, byrjað var ikki aftur fyrr enn Talvsamband Føroya var stovnað í 1970. Síðani 1972 hevur verið telvað regluliga um FM á hvørjum ári um páskirnar.
Stóri FM-kongurin í føroyskari telving er Palli Henriksen (1902-1980) úr Havn. Hann vann flestu ferðirnr, ið telvað var um FM-heitið árini fyri stovnan Talvsambandsins.
Niðanfyri sæst hvørjir teir fimm eru, sum hava vunnið meistaraheitið oftast.
J.P. Henriksen, HT 9 (1938, 1939, 1945, 1946, 1948, 1949, 1950, 1951, 1952)
Heini Olsen, KTF 5 (1989, 1991, 1992, 1993, 1999)
Tórarinn Evensen, HT 4 (1947, 1953, 1955, 1956)
Jens Chr. Hansen, HT 4 (1979, 1981, 1982, 1985)
Martin Poulsen, HT 4 (2003, 2004, 2006, 2009)
???
FM-vinnarar seinastu 25 árini
1990: Steintór Rasmussen, KTF
1991: Heini Olsen, KTF
1992: Heini Olsen, KTF
1993: Heini Olsen, KTF
1994: Torbjørn Thomsen, KT
1995: Eyðun Nolsøe, KTF
1996: Rógvi W. Rasmussen, HT
1997: Rani Nolsøe, KTF
1998: John Rødgård, VT
1999: Heini Olsen, KTF
2000: Flóvin Tór Næs, HT
2001: John Rødgård, VT
2002: Hans Kristian Simonsen, KT
2003: Martin Poulsen, HT
2004: Martin Poulsen, HT
2005: Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006: Martin Poulsen, HT
2007: John Rødgård, VT
2008: Helgi Dam Ziska, HT
2009: Martin Poulsen, HT
2010: Olaf Berg, ST
2011: Helgi Dam Ziska, HT
2012: Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013: Olaf Berg, HT
2014: Høgni Egilstoft Nielsen, ST
Kelda: Talvsamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald