Suðuroyggin hevur síðani kreppuna miðskeiðis í 1990unum stríðst við minkandi fólkatali. Hvønn dag stríðast okur fyri at fáa fólk aftur til Suðuroynna eftir lokna útbúgving uttanlands, tí suðuroyingar fara jú eins og flest onnur her á landi av landinum at fáa sær útbúgving eftir loknan miðnámsskúla.
Men tað er alt annað enn lætt at
fáa fólk aftur til Suðuroynna. Skulu vit hava eina familju at flyta til, so
krevst oftast tvey størv, hava bæði maður og kvinna útbúgving, so er uppgávan
trupul at lyfta. Hetta er eisini ein av høvuðsorsøkunum til framhaldandi
minkandi fólkatal í Suðuroynni - tað eru snøgt sagt ikki nokk av størvum til
útbúgvin fólk í Suðuroynni.
Tá tað so eydnast at fáa størv til
útbúgvin fólk í Suðuroynni og fólk flyta til Suðuroyar at røkja hesi størv, so
gleðast okur øll og taka væl ímóti tilflytarunum ella afturflytarunum. Hetta
var eisini støðan tá Strandferðslan flutti, tá Brúkaraumboðið flutti og tá
Aliumsitingin flutti. Knappliga vóru fleiri góð størv til útbúgvin fólk leys at
søkja og størvini vórðu mannaði.
Men gleðin var stokkut.
Heykarnir í leiðandi størvum í Havn
orka ikki tankan um at skula hugsa heilt til Suðuroyar. Hetta kórið er stjórin
í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni nú eisini farin uppí. Jú, nú í februar flytur
Aliumsitingin til Havnar, sama veg sum Brúkaraumboðið flutti fyri nøkrum árum
síðani. Høvuðsgrundgeving hjá stjóranum í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni: ??ll
lið, sum hava samband við Aliumsitingina eru í høvuðsstaðnum.
Stjórin er av og á í Suðuroynni, so
hann hevur uttan iva funnið útav, at internetsambandið í Suðuroynni er á
einari leið, og sjóvegis sambandið við Smyrli er brúkiligt, og fartelefon-netið
røkkur eisini til Suðuroyar. So vóru ynski um at stovnurin skal virka í
Suðuroynni, so hevði uttan trupulleikar borið til hjá stovninum framhaldandi at
virka í Suðuroynni.
Aliumsitingin hevur virkað í Vági í
5 ár, enn hevur ongin hoyrt eitt orð um, at tað er ein trupulleiki, at
Aliumsitingin ikki er í høvuðsstaðnum. Heldur ikki er ein kæra komin um
málsviðgerðina á stovninum. So grundgeving um at alt er í høvuðsstaðnum, eisini
stjórin sjálvur, er heldur tunn og tóm.
Veruliga grundgevingin liggur helst
í maktgyrndini hjá stjóranum, hansara kongaríkið má jú ikki blíva ov lítið
samanborið við hini almennu kongaríkini í Havn.
Fyri okkum í Suðuroynni er
veruleikin einfaldur. Skulu okur hava fólk til Suðuroynna, so skulu okur hava
fleiri útbúgving størv, og helst tvey fyri at fáa eina familju hendan vegin.
Flytur eitt starv hinvegin til Havnar, so flytur øll familjan við. -Og hesa
lagnuna stendur nú enn ein familja í Suðuroynni yvirfyri, nú livibreyði hjá
teimum uttan orsøk er flutt.
Stjórin á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni boðar í tíðindaskrivi seinnapartin frá, at Poul Michelsen,
landsstýrismaður í Vinnumálum er kunnaður um flytingin av
Aliumsitingini. Er hetta ein staðfesting av, at landsstýrismaðurin í
Vinnumálum hevur góðkent niðurleggingina av einum almennum stovni í Suðuroynni?
Um so er, so bendir alt á, at
almenni politikkurin í Føroyum framvegis er, at øll almenn størv skulu flytast
til Havnar ?!
Hvør verður næsti almenni stovnur,
sum skal niðurleggjast í Suðuroynni?
Dennis Holm, borgarstjóri
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald