Politikkur

Flýggjaði fangin: Skaale setir Pape eina røð av spurningum

...

2017-04-24 19:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

- Fangin, sum flýggjaði, er bara enn eitt ítøkiligt dømi um, at viðurskiftini á hýsa fangum í Føroyum ikki eru nøktandi, sigur Sjúrður Skaale, sum tí hevur sett danska løgmálaráðharranum, Søren Pape Poulsen, eina røð av spurningum um málið.

Viðurskiftini í Mjørkadali komu aftur á breddan í farnu viku, tá ið ein fangi gjørdi sær dælt av illfýsna veðrinum og megnaði at flýggja undan vaktarfólkinum. Fangin varð funnin aftur rættiliga skjótt og er nú sendur til Danmark at sita dómin.

- Eins og aðrir polikarar havi eg verið í Mjørkadali og fingið eitt gott innlit í viðurskiftini. Og tey eru ikki í ordan. Tilboðini til fangarnar eru ikki nóg góð, manningin er ov fáment, bygningurin er ov langt burturi, og ov ymisk sløg av fangum sita saman.

- Nú mugu vit fáa greiðu á, hvat danska stjórnin, sum varðar av hesum málinum, ætlar sær at gera, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur sett danska løgmálaráðharranum ikki færri enn fimm spurningar um málið.

- Endamálið hjá mær er at varpa ljós á trupulleikan yvirfyri donsku stjórnini. Tí havi eg spurt um alt frá ítøkiligu viðurskiftini í Mjørkadali og til, hvørjar ætlanir stjórnin hevur við málinum í sambandi við komandi fíggjarlógina.

Sjúrður Skaale hevur fleiri ferðir áður tikið upp spurningum um umstøðurnar í Mjørkadali - bæði við undanfarnu og sitandi donsku stjórnina.

- Hetta hevur havt við sær, at ávísar ábøtur eru gjørdar, men samanumtikið er ov lítið ítøkiligt komið burturúr. Nú vóni eg at stjórnin tekur væl ímóti spurningunum og lýsir teir á ein hátt, sum vit kunnu arbeiða konstruktivt víðari við, sigur Sjúrður Skaale.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder